Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 6
Ávaring móti at ganga í ábyrgd, falsi o.s.fr.
v1Sonur mín, hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, og hevur tú givið øðrum manni hond,v2hevur tú latið teg binda við orðum av munni tínum, latið teg hefta við orðum av munni tínum,v3ger tá hetta, sonur mín, og bjarga tær, – tí at tú ert komin í hendur næsta tíns – far og kasta teg niður og strong á næsta tín.v4Lat ikki eygu tíni fáa svøvn, ella eygnalok tíni blund.v5Bjarga tær eins og gasella úr hondum hans, eins og fuglar úr jagarans hondum.v6Far tú til meyruna, letingi, skoða atburð hennara og verð vísur!v7Tó at hon ongan hevur høvdinga ella fúta ella harra,v8so vinnur hon sær um summarið æti sítt, og hevur um heystið savnað sær føðslu sína.v9Hvussu leingi ætlar tú, letingi, at liggja? Nær ætlar tú at fara upp úr svøvni?v10Enn ein lítlan svøvn, enn ein lítlan blund, enn eina lítla hvíld við krossløgdum ørmum,v11tá kemur armóð tín sum skundin ferðamaður, og neyðin sum maður, ið er vápnaður við skildi.v12Ómenni, illmenni er tann, ið gongur við falsi í munni,v13ið rennir eyguni, skavar við fótunum, peikar við fingrunum,v14elur svik í hjarta sínum, upphugsar altíð ilt, veldur trætur.v15Harfyri kemur brádliga undirgangur hans, snøggliga verður hann sundurbrotin, og einki er at grøða.v16Seks lutir eru, ið Harrin hatar, og sjey eru ein andstygd fyri hansara sál:v17dramblát eygu, lygitunga, og hendur, ið úthella sakleyst blóð,v18hjarta, ið upphugsar ilskuráð, føtur, ið eru til illgerðar snarir,v19lygnari, ið vitnar falskt, og tann, ið veldur klandur millum brøðra.
Vara teg frá vándari konu
v20Varðveit tú, sonur mín, boð faðirs tíns, og vraka ikki læru móður tínar.v21Bind tey altíð í hjarta títt, knýt tey um háls tín.v22Tá ið tú gongur, skal læran leiða teg, tá ið tú liggur, skal hon vaka yvir tær, tá ið tú vaknar, skal hon tala til tín.v23Tí at boðið er lykt, og læran er ljós, og agandi áminning er lívsins leiðv24fyri at vara teg frá vándari konu, frá hálari tungu annars mans konu.v25Girnast ikki vænleika hennara í hjarta tínum, lat hana ikki tøla teg við eygnalokum sínum.v26Tí at vegna horkonu armast út menn til síðsta breyðbita, og annars mans kona søkir eftir dýrum lívi.v27Kann nakar bera eld í barmi sínum og ikki svíða klæði síni?v28Kann nakar ganga á glóðum og ikki brenna seg í føturnar?v29Soleiðis gongst honum, ið gongur til konu næsta síns, eingin sleppur óskaddur frá tí, sum nemur hana.v30Verður ikki tjóvurin vanvirdur, tó at hann stjelur av svongd, tá ið hann hungrar?v31Verður hann tikin, má hann sjeyfalt gjalda, alt, ið hann eigur í húsi sínum, má hann lata.v32Men tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur, eina tann ger slíkt, ið vil týna seg sjálvan.v33Høgg og skemd munnu ráma hann, og skomm hansara fer ongantíð av.v34Tí at mansins vreiði er vandin, og á hevndarinnar degi eirir hann ikki.v35Hann skoytir ikki um nakra bót, ella letur sær líka, um tú almikið býður.