|
Orðtøk Sálomons, kapittul 7 Vara teg fyri annars mans konu v1Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær;v2varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín.v3Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns.v4Sig við spektina: «Tú ert systir mín!» og vitskuna kalla tú vinkonu tína,v5so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, fyri fremmandari konu við blíðmæltum orðum.v6Tí at gjøgnum gluggan á húsi mínum, millum rimanna hugdi eg út,v7tá sá eg millum teirra óroyndu, varð millum teirra ungu varur við vitleysan unglinga,v8sum smeyg um geilarhorn og leiðini helt at hennara húsi,v9í skýmingarløtu, móti kvøldi, í svørtum náttarmyrkri.v10Tá kom móti honum kona, klædd eins og skøkja og svikafull í hjarta;v11hámikil er hon og óð, heima hon støðast ikki;v12so er hon á gøtum, so á torgum, á hvørjum horni hon lúrir;v13hon tekur um hann og kyssir hann og sigur við frekum lótum:v14«Eg eigi at lata eitt gildisoffur, og í dag eg haldi mítt lyfti.v15Tí fór eg út fyri at møta tær, fyri at leita teg upp, og nú fann eg teg.v16Eg havi song mína reitt við teppum, við egyptiskum, marglittum líni.v17Myrru, aloe og kanel havi eg koyrt á legu mína.v18Kom, lat okkum drekka elskhugarrús til í morgin, dusast í ástargamni!v19Tí at maður mín er ikki heima, hann er farin á langferð.v20Peningapungin tók hann við sær, tá ið full er sól, kemur hann aftur.»v21Hon lokkaði hann við sínum nógva tosi, tøldi hann við sínum hálu vørrum.v22Hann fer aftan á hana straks, sum oksi verður leiddur at verða dripin, sum hjørtur verður eltur í netið,v23til ørvin fer ígjøgnum hans livur, sum ein fuglur sær skundar í snerru og veit ikki, at lívið er í váða. –v24Og nú, synir mínir, hoyrið meg og lýðið á orðini, ið muður mín talar!v25Lat ikki hjarta títt leita inn á hennara vegir, vilst ikki inn á hennara gøtur.v26Tí at mangar hevur hon við ólívssári sært, og stórt er talið á teimum, sum hon hevur dripið.v27Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum. |