Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 8
Vísdómurin talar
v1Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða.v2Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur.v3Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt:v4Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn.v5Tit fákunnu, vinnið tykkum klókskap, tit dárar, lærið tykkum skil.v6Gevið ljóð, tí at eg tali tað, ið gott er; tað er beint, sum varrar mínar mæla.v7Tí at sannleika talar gómur mín, og gudloysi býður mínum vørrum ímóti.v8Rætt eru øll orðini av munni mínum, í teimum er einki fals ella svik.v9Øll eru tey sonn fyri teimum klóku og rætt fyri teimum, ið vunnið hava klókskap.v10Takið við áminning míni fram um silvur, og kunnskapi fram um útvalt gull.v11Tí at vísdómur er betri enn perlur, og eingir dýrgripir eru móti honum.v12Eg, vísdómurin, eri í felag við klókskapi, og kunnugleika um hyggjuráð eg havi.v13At óttast Harran er at hata hitt illa; hugmóð og dramblæti og illa atferð og falsorðaðan munn eg hati.v14Hjá mær eru ráð og dugur, eg eri vit, hjá mær er kraft.v15Við mær ráða kongar, døma høvdingar rættvísar dómar.v16Við mær stýra stjórnarmenn og furstar – allir dómarar á jørð.v17Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg.v18Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð.v19Ávøkstur mín er betri enn skærasta gull, og úrtøka mín betri enn útvalt silvur.v20Eg gangi á rættlætis vegi, á miðjum rættferðar leiðumv21fyri at veita teimum eyð, ið meg elska, og fylla goymslur teirra.v22Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað.v23Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til.v24Áðrenn havdjúpini vóru til, varð eg føddur, tá ið ongar vatnmiklar keldur vóru til.v25Áðrenn fjøllini vórðu søkt niður, undan heygunum varð eg føddur.v26Áðrenn hann skapaði jørð og mark og tann fyrsta moldbøkk á foldum.v27Tá ið hann skipaði himnunum, tá var eg har, tá ið hann setti hválvið yvir havdjúpið.v28Tá ið hann festi skýggini í erva, tá ið havdjúpsins keldur fossaðu fram.v29Tá ið hann setti mark fyri havinum, so at vatnið ikki fór longri, enn hann beyð, tá ið hann legði jarðarinnar grundvøll.v30Tá var eg sum verkstjóri honum hjá, og eg var yndi hans dag eftir dag, eg leikaði mær fyri ásjón hans alla tíð.v31Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum.v32Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum.v33Lýðið á aga, so at tit verða vísir, og koyrið hann ikki burtur frá tykkum.v34Sælur er maður, ið lýðir á meg, so at hann dag og dagliga vakir við mínar dyr og goymir durastavar mínar.v35Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing.v36Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.