Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 9
Vitska og óvitska
v1Vitskan hevur bygt sær hús, hevur høgt til sínar stólpar sjey.v2Hon hevur dripið drápsfæ sítt, blandað vín sítt, og hartil borð sítt dúkað.v3Hon hevur sent út ternur sínar; hon kallar uppi á hæddunum inni í staðnum:v4«Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» Við tann, ið fákunnur er, hon sigur:v5«Komið og etið mat mín og drekkið vínið, sum eg havi blandað.v6Latið fávitsku fara, so at tit mega liva, og gangið á vitskunnar vegi!»v7Tann, ið spottara agar, fær sjálvur háð; tann, ið gudleysan áminnir, fær skomm.v8Áminn ikki spottaran, at hann ikki skal hata teg; áminn hin vísa, og hann skal elska teg.v9Gev hinum vísa, og hann verður enn vísari; lær hin rættvísa, og hann fer fram í lærdómi.v10Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.v11Tí at við mær skulu dagar tínir verða mangir, og lívsins ár tíni verða økt.v12Ert tú vísur, tá gagnar tað tær sjálvum, ert tú ein spottari, tá svíður tað til tín sjálvs.v13Óvitskan er ein hámikil kvinna, uttan nakað skil, og einki hon veit.v14Hon situr úti fyri húsdurum sínum, á stóli uppi á hæddum í staðnum,v15fyri at kalla á teir, ið ganga eftir vegnum og halda beint fram sína leið:v16«Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» og við tann, ið fákunnur er, hon sigur:v17«Stolið vatn er søtt, og lystiligt er loynetið breyð.»v18Og hann veit ikki, at har halda deydningar til, at gestir hennara eru í helheims djúpum.