|
Prædikarin, kapittul 12 Ungdómur og aldurdómur v1Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: «Tey huga mær ikki;»v2áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið;v3tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar;v4og báðar útdyrnar verða stongdar, meðan dunið av kvørnini minkar; tá ið maður fer á føtur, tað fyrsta fuglur fer at láta, og allar songkonur verða lágmæltar;v5tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur;v6áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin,v7og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann.v8Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, alt er fáfongd! Endi v9Umframt tað at prædikarin var vísmaður, lærdi hann eisini fólkið fróðskap og grundaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk.v10Prædikarin royndi at finna føgur orð, og tað, sum hann við lít hevur skrivað, eru sannleiksorð.v11Orð av vísmonnum eru eins og broddar, og tilsaman eru tey eins og íslignir naglar; tey eru givin av einum hirða.v12Men ið hvussu er, sonur mín, tak við varninginum. At seta saman mangar bøkur, á tí er eingin endi, og mikil lesnaður troyttar likamið.v13Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Guð og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera.v14Tí at Guð skal føra hvørt eitt verk fram fyri dómin, sum hildin verður yvir øllum tí, sum dult er, hvørt tað so er gott ella ilt. |