|
Prædikarin, kapittul 2 At leita eftir gleði er fáfongd v1Tá segði eg við sjálvan meg: «Íðan, eg skal royna teg við gleðini; njót tú tað, sum gott er!» Men sí, eisini tað var fáfongd.v2Um láturin segði eg: «Hann er vitleysur!» Og um gleðina: «Hvat kann hon gera?»v3Mær kom í hug, at eg skuldi lata likam mítt gera sær til góða í víni, meðan hjarta mítt skuldi stýra við vísdómi, og halda meg aftur at fákunnuni, til eg fekk at síggja, hvat ið gott var fyri mannabørnini at gera undir himlinum allar ævidagar teirra.v4Eg útinti stórverk: Eg bygdi mær hús, eg plantaði mær víngarðar;v5eg gjørdi mær aldingarðar og grasagarðar og setti niður í teir aldintrø av øllum sløgum.v6Eg gjørdi mær tjarnir fyri at vatna eina viðalund, sum stóð í vøkstri.v7Eg keypti mær trælir og trælkonur, og eg átti heimafødd arbeiðisfólk; ja, ein búskap fekk eg mær eisini, eina mongd av neytum og seyði, meira enn allir teir, sum verið høvdu undan mær í Jerúsalem.v8Eg savnaði mær eisini silvur og gull, dýrar gripir frá kongum og londum; eg fekk mær sangarar og songkonur, og tað sum er lystin hjá mannabørnum: Mongd av konum.v9Og eg varð stórur, størri enn allir teir, sum verið høvdu undan mær í Jerúsalem, og har afturat hevði eg vísdóm mín hjá mær.v10Og alt tað, sum eygum mínum lysti, tað læt eg tey fáa; eg noktaði ikki hjarta mínum nakra gleði; tí at hjarta mítt hevði gaman í allari møði míni, og hetta var lutur mín av allari møði míni.v11Men tá ið eg hugdi at øllum verkum mínum, sum hendur mínar høvdu gjørt, og at teirri møði, sum eg hevði havt av at gera tey, tá sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi, og at eingin vinningur er til undir sólini. Sama lagna rámar hin vísa og hin fákunna v12Eg fór tá at gáa um vísdóm og óvitsku og fákunnu; tí at hvat skal tann maður gera, sum kemur eftir kongin? Tað, sum menn longu langt síðan hava gjørt.v13Tá sá eg, at vísdómurin hevur fyrimun fyri fákunnuna, eins og ljósið hevur fyrimun fyri myrkrið.v14Hin vísi hevur eygu í høvdinum, men hin fákunni gongur í myrkri. Men eg skildi eisini, at sama lagna rámar teir báðar.v15Og eg segði tá við sjálvan meg: «Tann sama lagna, sum rámar hin fákunna, hon rámar eisini meg; hvat havi eg tá verið so avbera vísur til?» Og eg hugsaði við mær: «Eisini hetta er fáfongd!v16Tí at minnið um hin vísa varir ikki ævinliga heldur enn minnið um hin fákunna; tí at allir verða teir langt síðan gloymdir í komandi døgum, og doyr ikki vísur líka eins og fákunnur?» Tann, ið savnar sær vinning, má, tá hann doyr, lata annan mann njóta tað v17Tá leiddist mær við lívið, tí at vánt tóktist mær tað at vera, sum hendir undir sólini; alt er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.v18Og mær leiddist við alla møði mína, sum eg havi møtt meg við undir sólini, við tað at eg skal lata tað eftir mær til tann mann, sum kemur eftir meg.v19Hvør veit, um tað verður ein vísur ella ein fákunnur? Og tó skal hann ráða yvir øllum tí, sum eg við møði míni og við umhugsan míni havi vunnið undir sólini. Eisini hetta er fáfongd.v20Tá tók eg heilt at lata hugin falla av allari teirri møði, sum eg hevði møtt meg við undir sólini.v21Tí at tað hendir, at maður hevur gjørt arbeiði sítt við vísdómi og skili og dugnaskapi, og so má hann geva einum øðrum tað at eiga, sum einki stríð hevur havt av tí. Hetta við er fáfongd og ein stór vanlukka.v22Tí at hvat fær maðurin aftur fyri alla møði sína og alla hjartans trá sína, sum hann møðir seg við undir sólini?v23Tí at allir dagar hansara eru ein pínsla og strev hansara ein kvøl; sjálvt um náttina fær hjarta hansara ikki hvíld. Eisini hetta er fáfongd. Mannalagnan er í Guðs hond v24Tað er einki betri hjá monnum enn at eta og drekka og unna sær góðar dagar mitt í møði síni. Men eg havi sæð, at eisini hetta kemur av Guðs hond.v25Tí at hvør kann eta ella njóta nakað uttan hann?v26Tí at tí manni, sum hann hevur tokka til, gevur hann vísdóm og vitsku og gleði; men tí, sum syndar, gevur hann tað stríð at savna og rúgva saman, so at tann, sum Guð hevur tokka til, kann fáa tað. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. |