Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Prædikarin, kapittul 7
Vísmaður skal vera álvarsamur
v1Betri er gott ágiti enn góð salva, og betri deyðadagur enn føðingardagur.v2Betri er at ganga í sorgarhús enn í gildisskála, tí at tað er endin hjá hvørjum manni, og tann, sum livir, eigur at leggja sær tað í huga.v3Betri er gremja enn látur, tí at tá ið andlitið er dapurt, veit hjartanum væl við.v4Hjarta vísmannanna er í sorgarhúsi, men hjarta dáranna í gleðihúsi.v5Betri er at lýða á atfinning av vísum manni enn at hoyra song av dárum.v6Tí at líkasum tá ið tað brakar í tornum undir pottinum, soleiðis er tað, tá ið dárin lær. Eisini hetta er fáfongd.
Vísmaður skal vera reiðuligur og tolin
v7Tí at óreiðuligur vinningur ger vísmann til dára, og mutur spillir hjartað.v8Betri er endin á eini sak enn byrjanin; betri er tolmóðigur maður enn hugmóðigur.v9Ver ikki bráður í huga til at gremjast, tí at gremja hvílir í barmi á dárum.
Vísmaður skal duga at taka ímóti lagnu síni
v10Sig ikki: «Hvussu ber tað til, at hinir fyrru dagarnir vóru betri enn hesir?» Tí at tað er ikki av vísdómi, at tú spyrt um tað.v11Vísdómur er javngóður við arvagóðs og ein vinningur fyri teir, sum sólina síggja.v12Tí at vísdómur gevur lívd, eins og peningur gevur lívd; men fyrimunurin hjá kunnugleikanum er tann, at vísdómurin heldur lívinum uppi í honum, sum hann eigur.v13Lít at Guðs verki! Tí at hvør kann gera tað beint, sum hann hevur gjørt bogið?v14Hin góða dagin skalt tú vera í góðum lagi, og hin ringa dagin skalt tú minnast til, at Guð hevur gjørt hann við líka so væl sum hin, til tess at menniskjan ikki skal hava nakað ólivað eftir deyða sín. –
Vísmaður skal duga sær hógv
v15Alt havi eg sæð í mínum fáfongdu døgum: Mangur rættvísur maður fer til grundar í rættvísi síni, og mangur gudleysur maður livir leingi í illskapi sínum.v16Ver ikki ov rættvísur, og lætst ikki avbera vísur! Hví vilt tú týna tær sjálvum?v17Ver ikki ov gudleysur, og ver eingin dári! Hví vilt tú doyggja, fyrr enn tíðin er komin?v18Tað er gott, at tú heldur fast um hetta og heldur ikki sleppir hondini av hinum, tí at tann, sum óttast Guð, skal komast undan øllum hesum.v19Vísdómurin gevur vísum manni sterkari vernd enn tíggju veldisharrar, sum eru á einum staði.v20Tí at eingin rættvísur maður er til á jørðini, sum eina ger gott og aldri syndar.
Vísmaður skal ikki lurta eftir leysasøgum
v21Gev heldur ikki gætur eftir øllum teimum orðum, sum talað verða, fyri at tú ikki skalt hoyra tín egna træl banna tær.v22Tí at tú veitst við tær sjálvum, at tú eisini sjálvur mangar ferðir hevur bannað øðrum. –
Um konuna
v23Alt hetta havi eg roynt við vísdómi. Eg hugsaði: «Eg vil verða vísur;» men vísdómurin var langt burtur frá mær.v24Fjarlagið er tað, sum til er, og so djúpt, so djúpt; hvør kann finna tað?v25So vendi eg við og beindi huga mínum at kenna og rannsaka og søkja vísdóm og hyggju og at komast eftir, at gudloysi er fávitska og dárskapur vitloysi.v26Og eg fann, at bitrari enn deyðin er konan, tí at hon er eitt net og hjarta hennara ein hjálmi og hendur hennara fjøtur. Tann, sum toknast Guði, sleppur undan henni, men syndarin verður fangaður av henni.v27Sí, hetta havi eg funnið, sigur prædikarin, við at leggja eitt aftur at øðrum fyri at fáa eitt úrslit:v28Tað, sum eg støðugt havi leitað eftir, men ikki funnið, tað er hetta: Ein mann av túsund havi eg funnið, men eina konu millum alra teirra havi eg ikki funnið.v29Sí, eina hetta havi eg funnið, at Guð hevur skapað menniskjuna beina, men tey søkja mong ring brøgd.