Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hásongurin, kapittul 1
v1Hásongurin eftir Sálomon.v2Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín.v3Yndisliga anga tíni smyrsl, eins og úthelt olja er títt navn; tí unna moyggjar teg.v4Drag meg aftan á teg, latum okkum renna! – Kongurin leiddi meg inn í skemmur sínar –. Vær viljum fegnast og gleðast í tær, lovprísa ást tíni meira enn víni; ja, av rættum unna teg moyggjar!
v5Svørt eg eri, men tó yndislig, tit Jorsala døtur, sum Kedars tjøld, sum tjalddúkar Salma.v6Farið ikki eftir, at eg eri døkkleitt, tí at sólin hevur meg brent. Synir móður mínar reiddust inn á meg, settu meg at gæta víngarðar; men mín egna víngarð vardi eg ikki.
v7Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar tú røktar fylgi títt, hvar tú hvílist um hádagin? Hví skal eg ganga vilst og reika um hjá fylgjum felaga tína?
v8Um tú ikki veitst tað, tú fagrasta av fljóðum, tá fylg bert seyðarásunum og røkta tíni geitalomb við bústaðir hirðanna.
v9Við folarnar fyri vagni Fáraos eg líki teg, vina mín.v10Fríðar eru kinnar tínar undir perlurøð, hálsur tín undir perlubandi.v11Vær viljum gera tær gullfesti sett við silvurperlum.
v12Meðan kongurin situr fyri borðum, rýkur tað væl av mínum nardussmyrsli.v13Eins og myrruknýti er unnusti mín, ið liggur mær nær við barm.v14Mín unnusti er mær tyssi av kofervínberjum úr víngørðunum í En-Gedi.
v15Hvør ert tú føgur, vina mín, hvør ert tú føgur, eygu tíni eru dúgvur!
v16Hvør ert tú fagur, unnusti mín, ja, yndisligur, grøn er okkara lega.v17Bjálkarnir í húsi várum eru sedristrø, bróstini av syprisviði!