Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hásongurin, kapittul 6
v1Hvar er tín unnusti farin, tú hitt vænasta fljóð? Hvørja leið er hann gingin? Vær viljum finna hann við tær.v2Unnusti mín fór oman í sín garð, í blómuteigarnar, at røkta har sítt fylgi og tína liljur.v3Unnusti mín er mín, og eg eri hans, hann røktar sítt fylgi millum liljur.
v4Tú ert føgur, vina mín, sum Tirza, yndislig eins og Jorsalborg og øgilig sum fylking undir merki.v5Snúgv tær frá mær, tí at eygu tíni tøla meg! Títt hár er eins og geitafylgi, ið rennur oman av Gilead.v6Tenn tínar eru sum fylgi av óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld.v7Sum fullbúnað granatepli er tunnvangi tín fyri innan skýlu tína.
v8Seksti eru tær drotningar, hjákonurnar áttati og stoylurnar óteljandi.v9Men ein er dúgvan mín, mín lýtaleysa, einkardóttir móður sínar, eygnasteinur hennar, ið hana ól; gentur, sum hana sóu, søgdu hana sæla; drotningar og hjákonur bóru henni lov.
v10Hvør er hon, ið kagar fram sum morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, og øgilig sum fylking undir merki?
v11Eg fór mær oman í nøtagarðin at síggja, hvussu tað grønkaðist í dølum, at forvitnast, um vínviðurin var farin at spretta, og um granattrøini blómaðu.v12Áður enn meg vardi, hevði mín hugur leitt meg at vagnum hins mæta í fólkinum.