Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jesaja, kapittul 1
Óskynsemi fólksins
v1Sjónin, sum Jesaja Ámozson sá um Júda og Jerúsalem á teimum døgum, tá ið Uzzia, Jótam, Ákaz og Ezekias vóru kongar í Júda.
v2Hoyrið tit himnar, og gev ljóð tú jørð, tí at Harrin talar: Børn havi eg fostrað og alt tey upp, men tey hava slitið trúnað við meg.v3Oksin kennir ánara sín og asnin krubbu húsbónda síns, men Ísrael veit einki, fólk mítt kann einki fata.
v4Vei hini syndafullu tjóð, tí fólki, sum misgerðir níva, avkomi illgerðarmanna, spillunnar børnum. Harran hava tey sagt burtur, vanmett hin heilaga í Ísrael og vent honum bakið.v5Hvat batar tykkum fleiri høgg, tá ið tit bert verða treiskari? Høvdið er alt tey beru sár, og hjartað alt er sjúkt.v6Frá iljum til hvirils er einki heilt, rípur og skeinur og opin sár, sum ikki verða kroyst og ikki verður bundið um ella linnað við olju.v7Land tykkara liggur í oyði, borgir tykkara í øsku, og akurlendi tykkara oyða fremmandir fyri eygum tykkara, ein oyðing, sum tá ið Sódoma varð kollvelt.v8Einans Zions dóttir er eftir eins og varðkroysa í víngarði, eins og vøkuskáli í águrkgarði, ja, eins og kringsett borg.v9Hevði ikki Harri herliðanna unt okkum eina leivd, tá høvdu vit nærum verið sum Sódoma, ja, Gómorru líkir.
Ikki offur, men rættferð
v10Hoyrið orð Harrans, tit høvdingar Sódomu! Lýð á leiðbeining frá Guði várum, tú Gómorru fólk!v11Hvat leggi eg í tykkara mongu sláturoffur? sigur Harrin. Eg eri mettur av veðrabrenniofrum og mørum av gøddum djórum; blóð av tarvum, lombum og havrum dámar mær ikki.v12Tá ið tit koma fram fyri ásjón mína, hvør krevur tá hetta av tykkum, at tit traðka niður forgarðar mínar?v13Berið ikki fram fleiri fánýtt grónoffur; tey eru mær ein andstyggiligur offurroykur. Sólkomudagar, hvíludagar og veitslufundir – eg torgi ikki órætt og hátíðarstevnu.v14Sólkomudagar og hátíðir tykkara hatar sál mín; tær eru mær ein byrði, sum eg eri móður av at bera.v15Og tá ið tit bønandi breiða út hendur tykkara, lati eg eygu míni aftur fyri tykkum; og hvussu mangar bønir tit biðja, vil eg kortini ikki hoyra tykkum, tí at hendur tykkara eru fullar av blóði.v16Tváið tykkum, reinsið tykkum og fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; lættið av tí illa.v17Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstøddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.
Revsidómur – frelsa
v18Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull.v19Eru tit lýdnir og hoyriligir, skulu tit njóta góðgæti landsins.v20Men berast tit undan og verða tvørlyndir, tá skulu tit týnast fyri svørði, tí at muður Harrans hevur talað.
v21Hvussu ber tað til, at hon er vorðin skøkja, hin trúfasta borg Zion, so full av rætti? Rættlæti búði hjá henni, og nú – drápsmenn!v22Silvur títt er vorðið at ilskubøklum, vín títt tynt við vatni.v23Høvdingar tínir eru uppreistarmenn, í hóslagi við tjóvar; allir elska teir mutur og tráa eftir gávum, men hugsa ikki um at fremja rættin hjá faðirloysingum og verja mál einkjunnar.v24Tí sigur Harrin, drottin herliðanna, Ísraels veldigi: «Vei, tí at eg svali vreiði mína á mótstøðumonnum mínum og hevni meg inn á fíggindar mínar.v25Nú rætti eg hond mína móti tær og reinsi í ovninum ilskubøklarnar úr tær og skilji alt blýggið frá.v26Eg gevi tær aftur dómarar sum í forðum og ráðgevar sum í upphavi; tá skalt tú aftur eita rættferðarstaður, hin trúfasta borgin.»v27Zion skal verða loyst við rætti og við rættferð teir, sum í henni hava vent við.v28Men í sorl fari allir gudleysir og syndarar! Teir, ið svíkja Harran, skulu týnast.
v29Tí at skomm skulu tit fáa av eikjunum, ið tit elskaðu, og verða til skammar fyri viðalundirnar, ið tykkum væl dámdi;v30eins og eik við følnaðum leyvi skulu tit verða, eins og vatnleys viðalund.v31Hin sterki skal verða at strýggi og verk hans at neista; eldur skal koma í bæði og eingin sløkkja.