|
Jesaja, kapittul 12 Lovsongur hinna frelstu Ísraelsmanna v1Á tí degi skalt tú siga: «Eg lovi tær, Harri; tí at tú reiddist inn á meg, men vreiði tín hvarv, og tú uggaði meg.v2Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.»v3Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.v4Og tann dagin skulu tit siga: «Takkið Harranum, ákallið navn hans, kunngerið gerningar hans fólkanna millum, sigið frá, at navn hans er hátt.v5Lovsyngið Harranum, tí at hann hevur dýrdarverk gjørt; hetta skal verða kunnigt um alla jørðina.v6Lat fagnaðarróp ljóða og syng av gleði, tú, sum býrt á Zion; tí at hin heilagi í Ísrael er stórur hjá tær.» |