|
Jesaja, kapittul 20 Egyptar og Blámenn skulu lúta fyri Assurs kongi v1Tað árið, tá ið Tartan sendur av Sargoni, Assurs kongi, kom til Ásdod og herjaði á Ásdod borg og vann hana,v2tá talaði Harrin við Jesaja Ámozson: «Far og loys spjarrarnar av lendum tínum og lat teg úr skónum.» Soleiðis hann gjørdi og gekk nakin og skóleysur.v3Og Harrin segði: «Eins og Jesaja, tænari mín, nú í trý ár hevur gingið nakin og skóleysur, Egyptalandi og Blálandi til tekins og fyriburðar,v4soleiðis skal Assurs kongur flyta burtur fangar úr Egyptalandi og herleiða fólk úr Blálandi bæði ung og gomul, nakin og skóleys, við berum afturparti – Egyptum til skemdar.»v5Og teir skulu ønskrast og fáa skomm av Blálandi, sum teir litu á, og av Egyptalandi, sum teir erpaðu sær av,v6og teir, ið búgva á hesi strond, skulu á tí degi siga: «Sí, hetta hevur verið teimum fyri, sum vit litu á og flýddu til í vón um, at vit við teirra hjálp skuldu verða bjargaðir undan Assurs kongi; hvussu skulu vit tá sjálvir komast undan?» |