Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jesaja, kapittul 25
Takkarljóð til Harrans fyri, at stór borg verður oydd
v1Harri, tú ert Guð mín, eg prísi tær og lovi navni tínum; tí at tú hevur gjørt undur; trúføst og sonn royndust ráð tíni longu í forðum.v2Tí at tú hevur gjørt borgina at grótrúgvu, brotið niður hin víggirda staðin; hallir hinna hástóru liggja í sori og verða um ævir ikki reistar aftur.v3Tí munnu heiðra teg mikil fólk og borgir grimma tjóða ræðast teg.v4Tí at tú varðst vørn hjá tí vesæla og hjálp hins fátæka í neyð hans; lívd móti regni og skuggi móti hita, tí at sum skúrur móti veggi er valdsmannanna andi,v5eins og brennandi hiti í tystandi landi. Men tú doyvir niður háva hinna fremmandu, so at valdsmanna gleimur fánar eins og hitin fyri skýggjanna skugga.
Allar tjóðir á Zion
v6Harri herliðanna man á hesum fjalli tilbúgva øllum tjóðum veitslu, veitslu við krásum og gomlum víni, veitslu við feitum krásum og gomlum, skírum víni;v7hann skal á hesum fjalli taka burtur skýluna, sum hylur allar tjóðir, og slørið, sum liggur yvir øllum heidningafólkum;v8deyðan ger hann til einkis um allar ævir; og Harrin drottin skal turka tárini av hvørjum andliti og taka burtur vanvirðing fólks síns um alla jørðina, so satt sum Harrin hevur talað.
Frelsa Ísraels og oyðing Móabs
v9Á tí degi verður sagt: Sí, her er Guð vár, sum vit troystaðu á, hetta er Harrin, vón okkara! Latum okkum fegnast og gleðast yvir frelsu hans.v10Tí at hond Harrans man hvíla yvir hesum fjalli. Men Móab skal verða niðurtraðkaður, har hann er, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstadíkið;v11og breiðir hann har út hendur sínar eins og svimjarin til at svimja, má hugmóð hans tó lúta hóast øll hans handabrøgd.v12Tínar vígsterku, høgu borgargarðar brýtur Harrin niður í dustið og slættar teir við jørðina.