Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jesaja, kapittul 26
Lovsongur Ísraels
v1Á tí degi verður hesin songur sungin í Júdalandi: Vær eigum sterka borg; frelsu sína gjørdi hann at múrum og varnarvirki.v2Latið liðini upp fyri rættvísum fólki, sum varðir um trúnað.v3Lyndi tess er støðugt og stundar á frið, tí á teg tey líta.v4Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur.v5Hann eyðmýkir tey, sum hátt búgva; hina háreistu borg hann rindar til jarðar og leggur í dustið.v6Føtur hinna vesælu og fet hinna fátæku traðka hana sundur.
Bøn um hjálp
v7Vegur hins rættvísa er slættur; tú slættar gøtur hjá hinum rættláta.v8Ja, á vegi dóma tína vænta vit teg, Harri; á navn títt og giti stundar sál okkara.v9Sál mín tráar um nætur eftir tær; í lýsingini stundar mín andi á teg, tá ið dómar tínir birtast á jørð, tá læra jarðarríkis íbúgvar rættlæti.v10Men verða órættvísir náðaðir, nema teir ikki rættvísi; í rættlætis landi fremja teir órætt og síggja ikki hátign Harrans.v11Harri, hond tín er á lofti; men teir geva tí als ongar gætur; lat teir við skomm skoða vandlæti títt fyri fólkinum; ja, eldur fígginda tína skal teir oyða.v12Harri, veit nú okkum frið, tú hevur jú latið okkum bøta fyri allar gerðir okkara!v13Harri, vár Guð, aðrir harrar enn tú hava okkum valdað; men eina títt navn ákalla vit.v14Deyðir livna ikki, deydningar rísa ikki upp; tí at tú hevur heimsøkt og oytt teir og strikað út øll minni um teir.v15Tú hevur fjølgað fólkið, Harri; tú hevur fjølgað fólkið og gjørt teg dýrmætan; tú hevur víðkað um øll landsins mark.v16Vit rópaðu í neyðini, tá ið tú agaði okkum, og venaðu okkum undan revsing tíni.v17Eins og hin burðarbúna, ið búgvin er at hvíla, hevur verkir og venar seg í barnferð, soleiðis, Harri, eru vit vorðin fyri ásjón tíni.v18Vit eru burðarbúnir og hava verkir, men tað er, sum føða vit vind; vit frelsa ikki landið, og eingir heimsbúgvar føðast.v19Tíni deyðu skulu livna og likam teirra rísa upp; tey, sum liggja í moldini vakna og hevja fagnaðarljóð; tí at døgg tín er døgg ljósins, og jørðin skal bera deydningarnar í heim.
Hav tol
v20Gakk tú, fólk mítt, inn í herbergi títt og loka aftur eftir teg dyrnar; krógva teg skamma stund, til vreiðin er avrunnin;v21tí at nú fer Harrin út úr bústaði sínum at revsa misgerðir teirra, sum á jørðini búgva. Og jørðin skal lata tað blóð, sum á henni varð úthelt, koma upp aftur, og hon skal ikki meira hylja tey, sum á henni vórðu dripin.