|
Jesaja, kapittul 34 Dómur yvir heidningatjóðirnar – serliga yvir Edóm v1Komið higar, tjóðir; gevið gætur, tit tjóðflokkar; jørðin lýði á og alt, sum á henni er, jarðarríkið og allir vøkstir tess!v2Tí at øllum heidningum er Harrin reiður og grammur øllum heri teirra; hann hevur vígt teir deyðanum og givið teir upp til sláturs.v3Hinir vignu teirra liggja og rekast, dampurin stendur av líkum teirra, og fjøllini flóta í blóði teirra.v4Allur himinsins herur ferst; eins og bók verður himinin rullaður saman; allur herur hansara følnar, eins og leyvið fellur av vínviði og følnað bløð av fikutræi.v5Tí at svørð mítt leikar ørt á himni. Sí, í Edóm slær tað niður til dóms yvir tjóð, sum eg havi deyðanum vígt.v6Alblóðugt er svørð Harrans, rýtt í mørum og blóði av lombum og havrum, í nýrumørum av veðrum, tí at Harrin heldur offurveitslu í Bozra og mikla slátran í Edóms landi.v7Villineyt hokna við gøðingarfenaði, ungneyt saman við tarvum; land teirra flýtur í blóði, og fiti av jørðini drýpur.v8Tí at nú er hevndardagur Harrans, endurgjaldsins ár til at fremja rættin hjá Zion.v9At biki skulu áir tess broytast og moldin at brennisteini; ja, landið skal verða at biki, ið brennur nátt sum dag,v10allar ævir skal roykur tess stíga upp, og í oyði skal tað liggja ætt eftir ætt, og eingin fara har um.v11Pelikánur og hegri skulu taka tað til ognar og ugla og ravnur búgva í tí; hann man fara um tað, við mátingarbandi oyðingar og tómleikans vigingarloddi.v12Har skulu skógarskrímslini hølast og tignarmenninir verða fyri ongum; eingir kongar verða kjósaðir har meira, og høvdingar tess koma burtur í einki.v13Í høllunum munnu tornir vaksa og notur og tistlar í vígvirkjunum; tað verður sjákálahøli og strutsfuglagerði.v14Har hittast urðarkettur og sjákálar, og skógarskrímslini halda har stevnu; ja, náttargrýlan skal støðast har og har hava hvíldarstað.v15Har skal støkkormurin byggja reiður, verpa, liggja á og klekja út ungar; gammar savnast har, og eingin teirra saknast.v16Leitið í bók Harrans og lesið: Einki av hesum skal vanta í og einki verða saknað, tí at muður Harrans hevur boðið, og andi hans hevur savnað tey saman.v17Hann hevur sjálvur kastað lut um tað fyri tey og við mátingarbandi skift tað sundur teirra millum; allar ævir skulu tey eiga tað og búgva í tí ættarlið eftir ættarlið. |