Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jesaja, kapittul 41
Sigrar Kýrosar eru gáva frá Guði
v1Lýðið á meg í kvirru, tit oyggjaskeggjar; bíðið, tit tjóðir, eftir mínum dómi; komið og flytið tykkara mál; saman vit skulu ganga fyri rættin.v2Hvør vakti upp úr eystri mannin hin sigursæla, læt tjóðir fyri honum lúta og kongar falla honum til kníggja, so at hann syndrar svørð teirra sum sandskorn og boga teirra sum fúkandi fon,v3eltir teir og heldur óskalaður fram á vegi, har fótur hans ongantíð áður hevur stigið?v4Hvør hevur gjørt og virkað hetta? Hann, sum frá fyrndini kallar ættarliðini fram, eg, Harrin, hin fyrsti, og hjá hinum síðsta enn hin sami.v5Oyggjatjóðirnar sóu tað við ótta, ræðsla kom á ta víðu jørð; tey tyrptust og komu;v6hvør hjálpir øðrum og sigur við felaga sín: «Ver hugreystur!»v7Træsmiðurin dirvir gullsmiðin og koparsmiðurin jarnsmiðin; hann sigur: «Loddingin er góð.» Síðan festir hann gudamyndina við nøglum, so at hon ikki vikast.
Troystartala til Ísrael
v8Men tú, Ísrael, tænari mín, Jákup, sum eg havi útvalt, tú, sum komin ert av Ábrahami, vini mínum,v9og sum eg havi tikið frá endamarkum jarðar og kallað frá ytstu væðing hennara og sagt við teg: «Tú ert tænari mín, eg havi útvalt teg og ikki sagt teg burtur,»v10óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.v11Sí, til skammar og skemdar verða allir, ið eru tær grammir, til einkis og oyddir verða teir, ið hava trætumál við teg.v12Hóast tú leitar eftir teimum, ið stríddust ímóti tær, skalt tú ikki finna teir, hvørva og verða til einkis skulu teir, ið herja á teg;v13tí at eg, Harrin Guð tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær.v14Óttast ikki Jákup, tín ormur, og Ísrael, tín maðkur, eg hjálpti tær, sigur Harrin; loysnari tín er Ísraels heilagi.v15Sí, eg geri teg at treskisleðu, nýggj og alsett við tindum; tú skalt treskja fjøll í sor og sundra heyggjar sum sáðir.v16Tú skalt foykja tey burtur, og vindur og stormur taka og spjaða tey víðan. Men tú skalt fegnast í Harranum og rósa tær av hinum heilaga í Ísrael.v17Hini eymu og fátæku leita eftir vatni og finna einki, tunga teirra brennur av tosta; men eg vil bønhoyra tey, Ísraels Guð vil ikki siga tey burtur.v18Á gróðurleysum heyggjum lati eg løkir spretta og vatnslindir í miðjum dølum; oyðimørkina geri eg at tjørnum og turrlendi at vatnræsum.v19Í oyðimørkini lati eg grógva sedristrø, ákásiutrø, myrtutrø og oljutrø og seti niður í reyninum syprisvið, alm og granntrø,v20so at tey síggja og vita av og geva tí geym og skyna á, at tað er hond Harrans, ið hevur gjørt hetta, at hin heilagi í Ísrael hevur skapað tað.
Harrin hevur fyrijáttað sigrar Kýrosar
v21Leggið nú fram málevni tykkara, sigur Harrin, og komið við sannan tykkara, sigur Jákups kongur.v22Komi teir nú og kunngeri okkum tað, sum henda skal; sigi teir okkum frá tí, sum teir áður hava spáað, at vit megu hugleiða tað og síggja, hvussu tað hevur sannast; ella boði teir okkum frá tí, sum koma skal.v23Gerið kunnugt tað, sum eftir hetta fer at henda, so at vit mega síggja, at tit eru gudar; gerið tó okkurt, annaðhvørt ilt ella gott, so at vit fáa roynt okkum hvør við annan, og sjón verður fyri søgn.v24Sí, tit eru einki, og verk tykkara fáfongd, andstyggiligur hvør ein, ið tykkum kjósar.v25Eg vakti hann upp úr norðuri, kallaði á hann og læt hann koma frá sólarrisi; hann treður á høvdingar eins og móru, eins og leirkerasmiðurin traðkar leirið.v26Hvør hevur kunngjørt hetta fyrst, so at vit vita tað, ella frammanundan, so at vit kundu siga: «Hann hevði rætt!» Nei, eingin hevur kunngjørt tað, eingin boðað frá tí, eingin hoyrt tykkum mæla orðum um tað.v27Eg eri hin fyrsti, sum havi kunngjørt tað fyri Zion og borið Jerúsalem gleðitíðindi.v28Eg líti meg um, men har er eingin, eingin teirra, sum veit nøkur ráð og kann svara spurningi mínum.v29Sí, teir eru allir svik, og verk teirra fáfongd; vindur og tómleiki eru gudamyndir teirra.