|
Jesaja, kapittul 43 Ísrael skal verða bjargað v1Men so sigur nú Harrin, ið skapaði teg, Jákup, og myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.v2Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær.v3Tí at eg, Harrin, eri Guð tín, hin heilagi í Ísrael, frelsari tín; eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg og lati Bláland og Seba í tín stað.v4Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur, gevi eg menn í endurgjald fyri teg og lati tjóðir bøta fyri lív títt.v5Óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg komi við ætt tíni úr eystri og savni teg saman úr vestri,v6sigi við norðurheimin: «Gev frá tær!» og við suðurheimin: «Halt teimum ikki aftur. Flyt synir mínar úr fjarlegdini og døtur mínar frá heimsins endumv7hvønn tann, sum við navni mínum er nevndur, og eg havi skapað mær til dýrdar, hvønn tann, sum eg havi myndað og gjørt.» Kunngerðir Harrans áður. Harrin kann frelsa v8Leiðið fram hitt blinda fólkið, sum hevur eygu, hini deyvu, sum kortini hava oyru.v9Latið allar heidningarnar koma til fundar og tjóðirnar savnast saman. Hvør av teimum kann kunngera tílíkt ella sanna fyri okkum, at spádómar teirra eru útgingnir? Komi teir fram við vitnum sínum og lati mál sítt sannast, at menn mega siga, tá ið teir hoyra tað: «Tað er satt!»v10Men tit eru vitni míni, sigur Harrin, tænari mín, sum eg havi útvalt, at tit skulu vita tað og trúgva á meg og skilja, at tað er eina eg; undan mær er eingin gud vorðin til, og eftir meg kemur eingin;v11eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til.v12Tað var eg, sum boðaði frá og hjálpti, eg, sum kunngjørdi tað, og eingin fremmandur tykkara millum, tit eru vitni míni, sigur Harrin. Eg eri Guð frá upphaviv13og verði tað allar tíðir; eingin frelsir úr mínum hondum, og hvør kann gera verk mítt ógjørt? Fall Bábelborgar og heimferð Ísraels v14So sigur Harrin, loysnari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Tykkara vegna geri eg sendiferð til Bábel og loysi teir allar út úr fangahúsi, men leggi Kaldear í fjøtur.v15Eg, Harrin, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels og kongur tykkara.v16So sigur Harrin, hann sum legði veg gjøgnum havið, gøtu gjøgnum stríðar streymar,v17og leiddi út hagar vagnar og hestar, her og herhøvdingar; níga teir máttu, risu ei aftur, kódnaðu, sloknaðu sum rak:v18Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var!v19Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn.v20Villdjórini, sjákálar og strutsar, skulu veita mær heiður, tí at eg vatni oyðimørkina og leiði áir yvir reynið, so at tað fólk, sum eg útvaldi, fær sløkt sín tosta,v21og tann tjóð, sum eg skapaði, má syngja mær lov. Náði Harrans v22Men á meg hevur tú ikki kallað, Jákup, og ikki møtt teg mín vegna, Ísrael;v23tú flutti mær eingi brennioffurlomb og tignaði meg ikki við sláturofrum. Eg havi ikki plágað teg við grónofrum og ikki møtt teg við roykilsi.v24Tú keypti mær ikki roykverk fyri silvur og seyrgaði meg ikki við tínum feitu sláturofrum. Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum.v25Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.v26Stevn mær og latum okkum hittast á tingi, verj mál títt, so at tú kanst fáa rætt!v27Tín fyrsti forfaðir syndaði, og málsmenn tínir vóru mær ótrúgvir.v28Tessvegna vanhalgaði eg heilagar høvdingar, gav Jákup upp til oyðingar og læt Ísrael verða til spott. |