|
Jesaja, kapittul 48 Harrin er sannur, Ísrael stívrendur v1Hoyrið hetta, tit Jákups ættarmenn, ið nevndir eru eftir Ísrael og runnir úr Júda lindum, sum svørja við navn Harrans og ákalla Ísraels Guð – hóast ikki rættiliga og ikki av sonnum –,v2sum jú bera navn eftir hini heilagu borg og troysta á Ísraels Guð, hvørs navn er Harri herliðanna:v3Tað, sum hent er, kunngjørdi eg langt frammanundan, tað er útgingið av mínum munni, so tað spurdist; brádliga tók eg mær um reiggj og útinti tað,v4eg kenni jú stríðslyndi títt, sum jarnspong er tín svíri og enni títt av kopari;v5tí havi eg boðað tær frá tí frammanundan, kunngjørt tað, áður enn tað hendi, so at tú ikki skuldi siga: «Hetta gjørdi skurðgudur mín, soleiðis beyð mín skorna og stoypta mynd.»v6Tú hevur jú hoyrt tað alt og sæð tað, tú kanst jú vátta tað. Men nú man eg boða tær nýggjar lutir, fjaldar lutir, ið tit einki vita um;v7tað verður skapað nú og ikki fyrr; ikki fyrr enn í dag hava tit hoyrt tað, so at tú ikki skuldi siga: «Sí, hetta havi eg vitað!»v8Tú hevur hvørki hoyrt ella vitað um tað, ella gloppað oyrað fyri tí áður, tí at eg veit, at tú ert framúr ótrúgv og frá móðurlívi hevur verið nevnd «hin trúnaðarleysa.»v9Men fyri navns míns sakir var eg tolin, vegna dýrd mína eg meg tamdi og oyddi teg ikki.v10Eg havi brætt teg, men silvur kom einki úr – í roynslunnar ovni eg royndi teg.v11Ja, vegna mín sjálvs eg taki mær um reiggj – tí at hvussu er ikki navn mítt vanvirt! – Eg gevi ikki øðrum mína dýrd. Harrin hevur kallað Kýros v12Hoyr meg, Jákup, og tú, Ísrael, sum eg havi kallað: Tað eri eg, sum bæði eri hin fyrsti og hin síðsti.v13Mín hond hevur lagt jarðarinnar grundvøll, mín høgra tant út himinin; so skjótt sum eg kalli á tær har uppi, koma tær allar samlar.v14Savnist allir saman og hoyrið: Hvør av teimum hevur kunngjørt hetta? Vinur mín skal veldiliga fremja mín vilja á Bábel og á Kaldeakynið.v15Eg, eg havi talað tað, eg havi kallað hann, eg havi leitt hann og latið ferð hans eydnast.v16Komið higar og hoyrið hetta: Eg havi frá upphavi ikki talað í loyndum; so skjótt, sum tað hendi, var eg til staðar. Áminning til viðvendingar Og nú hevur Harrin, drottin, sent meg við sínum anda.v17So sigur Harrin, loysnari tín, Ísraels heilagi: Eg eri Harrin, Guð tín, ið frøðir teg um tað, sum er gagnligt, og leiðir teg á vegin, tú skalt ganga.v18Hevði tú givið boðorðum mínum gætur, tá hevði friður tín verið sum flóðin og rættlæti títt sum havsins bylgjur;v19tá mundi kyn títt verið sum fjørusandur og avkom títt sum sandskorn; navn títt skuldi ikki verið strikað út og ikki hvorvið frá ásjón míni. Heimferð Ísraels úr Bábel v20Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldeum, boðið við fagnaðarrómi og kunngerið tað, latið tað spyrjast um alla jørðina, sigið: «Sí, Harrin hevur loyst út Jákup, tænara sín,v21hann leiddi tey um reynið, og ongan tosta tey kendu; vatn læt hann renna teimum úr klettinum; hann kleyv klettin, so at vatnið streymaði fram.» Hin gudleysi hevur onga vón v22Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Harrin. |