|
Jesaja, kapittul 52 Hinir herleiddu koma aftur úr Bábel v1Vakna, vakna upp, Zion, og lat teg í styrkleik tín, Jerúsalem, tú heilaga borg, far í títt hátíðarskreyt; tí at eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma á gátt hjá tær.v2Rist av tær dustið, rís upp og sessast í sætið, Jerúsalem; loys fjøtrið av tínum hálsi, tú hertikna Zions dóttir.v3Tí at so sigur Harrin: Fyri einki vóru tit seld, uttan silvur skulu tit tí verða aftur loyst.v4Tí at so sigur Harrin, drottin: Fyrst fór fólk mítt til Egyptalands at búgva har í útisetri, og síðan kúgaði Assur tað uttan heimild.v5Og nú, sigur Harrin, hvussu skal eg torga, at fólk mítt er tikið burtur fyri einki? Tess valdsharrar breggja, sigur Harrin, og støðugt tann líðilanga dag verður navn mítt vanvirt.v6Tessvegna skal fólk mítt kenna navn mítt á hinum degi, at tað eri eg, sum segði: Sí, her eri eg!v7Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans, ið kunnger friðin og ber gleðitíðindini, boðar frelsu og sigur við Zion: «Guð tín er vorðin kongur.»v8Hoyr varðmenn tínar; teir hevja allir samlir fagnaðarróp; við egnum eygum síggja teir Harran koma aftur til Zions.v9Skerið í fagnaðarróp allar oyðirustir Jerúsalems, tí at Harrin hevur uggað fólk sítt og endurloyst Jerúsalem.v10Harrin hevur nektað sín heilaga arm fyri eygum alra tjóða; um alla ta víðu jørð hevur frelsa Guðs várs verið eyðsæð.v11Rýmið, rýmið, gangið út haðan; nertið einki óreint! Farið burtur haðan, reinsið tykkum, tit, ið bera ker Harrans!v12Tí at ikki skulu tit bráðum halda avstað og ikki fara við skundi, tí at Harrin gongur fyri tykkum á odda, og aftastur í flokki tykkara gongur Ísraels Guð. Tænari Harrans, fyrsti partur av 4. songi tænarans, stórleiki hans v13Sí, tænari mín fær frama, hann verður mikil, høgur og hátt upp hevjaður.v14Eins og mong øtaðust yvir hann – so ólík manni og avskeplað var ásýnd hans, hann líktist ikki mannanna børnum –v15í sama mun munnu mangar tjóðir undrast og kongar standa málleysir fyri honum; tí at tað, sum aldri var sagt teimum, síggja teir og fáa skyn á tí, sum áður aldri var hoyrt. |