Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 10
Hjágudarnir og hin sanni Guð
v1Hoyrið tað orð, sum Harrin talar til tykkara, tú Ísraels ættarkyn!v2So sigur Harrin: Venjið tykkum ikki við siðir heidninganna og óttist ikki himnatekinini, teimum bera heidningarnir ótta fyri.v3Tí at tað, sum tjóðirnar óttast, er einans fáfongd; ja, tað er viður, sum er høgdur úr skóginum, og verk, ið træsmiðarins hendur hava evnað til við øksini.v4Hann prýðir tað við silvuri og gulli, hann festir tað við nøglum og hamri, so at tað ikki riðar.v5Teir eru eins og ræða í kálgarði og kunnu ikki tala; teir mega berast, tí at ganga kunnu teir ikki; óttist ikki fyri teimum, tí at teir kunnu einki ilt gera, heldur ikki eru teir førir fyri at gera nakað gott.v6Eingin er javnlíki tín, Harri; mikil ert tú, og mikið er navn títt í mátti sínum.v7Hvør má ikki óttast teg, tú kongur tjóðanna? Tí at tú ert tess verdur, tí at millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin javnlíki tín.v8Allir samlir eru teir óskynsamir og fákunnir; frøði hinna fánýtu guda – tað er einans viður;v9silvurplátur fluttar úr Tarsis og gull úr Ofir, verk, sum træsmiðir og gullsmiðir hava gjørt, klætt í blátt og reytt purpur; alt samalt verk av hagleiksmonnum.v10Men Harrin er sannur Guð; hann er hin livandi Guð og ævigi kongur; fyri vreiði hansara foldin nøtrar, og tjóðirnar tola ikki ilsku hans.v11Soleiðis skulu tit siga við teir: Teir gudar, ið ikki hava skapað himin og jørð, munnu hvørva av jørðini og undan himnum.v12Hann, sum skapaði jørðina í mátti sínum, skipaði jarðarríkið í vísdómi sínum og tandi út himin í speki síni –v13fyri rødd hans brala vøtnini á himnum, og skýggini stíga upp av ytstu útryðjum jarðar; hann letur snarljósini ryðja rás fyri regninum og sendir vindarnar út úr goymslubúrum sínum.v14Sum býttlingar standa allir menn og skilja einki; hvør ein gullsmiður fær skomm av skurðmynd síni, tí at tað, sum hann stoypir, er lygn, og andi er ikki skaptur í tí;v15tað er ber fáfongd og dáraverk; tá ið tess roynslutími kemur, verður tað til einkis.v16Men øðrvísi er við Jákups arvaluti, tí at hann er skapari av øllum, og Ísrael er ognarætt hans; Harri herliðanna er navn hans.
Kvartan um ógævuna
v17Tak klæðsekk tín upp av jørðini, tú, sum situr kringsett;v18tí at so sigur Harrin: Sí, hesa ferð vil eg sleingja íbúgvar landsins burtur og treingja teir, so at teir fáa at sanna tað.v19Vei mær, tí at eg eri sorlaður, og sár míni eru ógrøðandi! Men eg sigi: Hetta er líðing mín, eg vil tola hana.v20Tjald mítt er oyðilagt og øll tjaldbond míni slitin; børn míni eru frá mær farin og eru ikki til longur; eingin er meir til at reisa tjald mítt og heingja upp tjalddúkar mínar.v21Tí at hirðarnir vóru býttlingar og spurdu ikki eftir Harranum; tessvegna eydnaðist teimum einki, og fylgi teirra spjaddust um.v22Hoyr tíðindini! Sí, tað nærkast! Mikil rómur úr norðurlandi; Júda borgir verða oyði, bústaður hjá skógarskrímslum!
Bøn um mildari revsing
v23Eg veit, Harri, at maður ikki ræður fyri leið síni, og at tað er ikki í valdi hjá gangandi manni at stýra fetum sínum.v24Revsa okkum, Harri, men við eirindum, ikki í vreiði, so at vit ikki verða færri!v25Hell vreiði tína út yvir tjóðirnar, ið ikki kenna teg, og yvir tey ættarkyn, ið ikki ákalla navn títt; tí at teir hava etið upp Jákup, beint fyri honum og lagt bústað hans í oyði.