|
Jeremia, kapittul 15 Harrin vil ikki hoyra fólkið v1Tá segði Harrin við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón míni, skuldi hjarta mítt tó ikki vent sær at teimum, rek hetta fólkið burtur frá ásjón míni!v2Og um teir tá siga við teg: Hvar skulu vit fara? tá svara teimum: So sigur Harrin: Til deyða tann, sum deyða er ætlaður, til svørðs tann, sum svørði er ætlaður, til hungurs tann, sum hungri er ætlaður, og til herleiðingar tann, sum herleiðing er ætlaður.v3Fýra heimsøkingar lati eg koma yvir teir, sigur Harrin: Svørðið til at drepa, hundarnar til at draga burtur og himinsins fuglar og markarinnar djór til at eta upp og oyða.v4Eg geri teir til ræðslu fyri øll ríki á jørð fyri sakir Manasse Hizkiasonar Júdakongs fyri alt tað, sum hann gjørdi í Jerúsalem. Spádómur um fall Jerúsalems v5Hvørjum tykir synd í tær, Jerúsalem, hvør eymkar teg, og hvør fregnast eftir, hvussu tær veit við?v6Tú segði meg burtur, sigur Harrin, vendi mær bakið; tí rætti eg út hond mína til tess at týna teg; eg eri troyttur av at várkunna.v7Við tíningartrogi tíni eg teir í borgarliðum landsins; eg geri fólk mítt barnleyst og oyði tað, fyri at teir ikki vendu við.v8Fleiri enn sandskornini við sævarflóð verða einkjur teirra; á alljósum degi sendi eg ránsmannin yvir móður unglingans; nøtran og angist lati eg brádliga koma á hana.v9Sjeysonamóðirin ørmaktast, andar burtur lív sítt; sól hennara setir á alljósum degi; skammfull og nipin gerst hon; og tað, sum eftir er av teimum, gevi eg svørðinum, tá ið teir flýggja undan fíggindanum, sigur Harrin. Profeturin kvartar um ta háðan, sum kall hans elvir honum v10Vei mær, móðir, at tú føddi meg, meg, sum allir menn í landinum trætast og stríðast ímóti. Eg lænti ongum, og eingin lænti mær, og tó biðja allir ilt oman yvir meg!v11Av sanni havi eg, Harri, staðið frammi fyri tær og biðið gott fyri fíggindanum og strongt á teg, tá ið neyð og angist gekk á teir.v12Verður jarn brotið, jarn úr norðuri og kopar?v13Eyð og ognir tínar gevi eg burtur sum herfong, ikki fyri virði, men aftur fyri allar syndir tínar innan øll landamark tíni.v14Eg lati teg træla hjá fíggindum tínum í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur er kveiktur í nøs míni; hann logar ímóti tykkum.v15Tú veitst tað, Harri, hav meg í huga og hygg til mín, veit mær hevnd yvir teir, ið søkja at mær, og lat ikki langmóð títt vera atvoldin í falli mínum; vita skalt tú, at tín vegna verði eg spottaðurv16av teimum, ið einkisvirða orð tíni. Bein fyri teimum, so at orð tíni mega verða gleði og fagnaður fyri hjarta mítt, tí at navn títt er nevnt yvir mær, Harri, Guð herliðanna!v17Ongantíð havi eg sitið og skemtað mær saman við hinum kátu; men gripin av hond tíni sat eg einsamallur, tí at tú hevði fylt meg við harmi.v18Hví er kvøl mín ævig og sár mítt ógrøðandi og batnar ikki aftur? Tú ert vorðin mær eins og svikafullur løkur, eins og vatn, ið ikki er lítandi á! Svar Harrans: Biður hann hava tol og venda við, tá skal Harrin styrkja hann í tænastuni og frelsa hann undan fíggindum v19Tí sigur Harrin soleiðis: Vendir tú við, skal eg aftur lata teg standa fyri ásjón míni, og skilir tú hitt dygdargóða frá tí, sum einki virði hevur, tá skalt tú vera eins og muður mín; teir skulu venda við til tín, men tú skalt ikki venda við til teirra.v20Og eg geri teg til óklívandi borgargarð av kopari ímóti hesum fólkinum; teir skulu stríðast ímóti tær, men ikki vinna á tær, tí at eg eri við tær til tess at hjálpa og bjarga tær, sigur Harrin.v21Eg bjargi tær undan valdi illgerðarmanna og loysi teg úr ránsmanna hondum. |