|
Jeremia, kapittul 17 Synd Júda og revsing Harrans v1Júda synd er ritað við grifli av jarni, rist á talvu hjartna teirra við diamantoddi og á altarhorn teirrav2sum minningartekin ímóti teimum, á teirra altarum og Ásjerustólpum, á hvørjum grønum træi og høgum hóli,v3á fjøllunum, á víðavangi. Eyð tín og allar ognir tínar gevi eg yvir til ráns aftur fyri allar syndir tínar í øllum landi tínum.v4Tá verður tú at lata av hondum arvalut tann, sum eg gav tær; og eg man lata teg træla fyri fíggindar tínar í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur logar í vreiði míni; ævinliga brennur hann. Satt og ósatt álit v5So sigur Harrin: Bølbiðin verði tann maður, sum troystar á menn og letur hold vera arm sín, men heldur hjarta sítt langt frá Guði!v6Hann verður eins og baraldur í fenlandi; hann fær einki gott at síggja; hann skal búgva í gløðandi oyðimørk, í saltlandi, har sum eingin tekur upp bústað.v7Sælur er tann maður, ið troystar á Harran, og hvørs álit Harrin er;v8hann verður líkur træi, sum er gróðursett við vatn, og sum toyggir røtur sínar út í løkir og ikki óttast, um hitin kemur, hvørs leyv altíð er grønt, sum ongan vanda hevur í turrum árum og ongantíð lættir av at bera ávøkst. Einki er Harranum fjalt v9Svikafult er hjartað fram um alt annað; tað er brekað, og hvør kennir tað?v10Eg, Harrin, royni hjartað og rannsaki nýru til tess at løna hvørjum eftir atferð hans, eftir ávøksti verka hans. Falsfingin vinningur v11Maðurin, ið vinnur sær órættvísan eyð, er eins og lynghøna, sum liggur á eggjum, ið hon ikki hevur vorpið; á hálvari ævi má hann lata hann frá sær, og við lívslok stendur hann sum dári. Harrin er vón Ísraels v12Dýrdarhásæti, hátt hevjað frá fyrndartíð, er staður halgidóms várs.v13Og tú, Harri, ert vón Ísraels; allir, ið siga teg burtur, verða til skammar; teir, ið fara frá tær, verða oyddir úr landinum; tí at teir hava havnað Harranum, lindini við tí livandi vatninum. Bøn profetsins um hjálp móti fíggindum sínum, ið hata hann og halda, at ógævan, sum hann boðar, er eftir hans egna ynski v14Grøð meg, Harri, at eg má verða grøddur, og hjálp mær, at eg má verða hjálptur, tí at tú ert lov mítt.v15Sí, teir siga við meg: Hvar er nú orð Harrans? Lat tað nú evnast!v16Eg havi ikki borið meg undan at vera hirði hjá tær, og ógævudagin havi eg ikki biðið um, tað veitst tú; hvørt orð, ið kom um varrar mínar, er fyri ásjón tíni.v17Verð mær ikki ræðsla, tú mín vernd á ógævustund!v18Lat teir, ið søkja at mær, verða til skammar, og lat ikki meg verða til skammar; lat teir skelva av ræðslu, men ikki meg; lat ógævudagin koma yvir teir og sorla teir við tvífaldum sori! Hvíludagsboðið v19So segði Harrin við meg: Far og statt í liði fólksins, har sum Júdakongar ganga inn og út og í øllum borgarliðum Jerúsalemsv20og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og allir Júdamenn og allir íbúgvar Jerúsalems, ið ganga inn um hesi lið!v21So sigur Harrin: Varið tykkum fyri tykkara lív, at tit ikki á hvíludegnum fara undir nakra byrði ella bera hana inn um borgarlið Jerúsalems!v22Og onga byrði mega tit bera út úr húsum tykkara á hvíludegnum og einki verk vinna, men tit skulu halda hvíludagin heilagan, eins og eg beyð fedrum tykkara.v23Men teir lýddu ikki og løgdu ikki oyra við; teir gjørdust nakkafattir og vildu hvørki hoyra ella taka við aga.v24Men um tit av sanni lýða mær, sigur Harrin, so at tit ikki bera nakra byrði inn um liðið í hesi borg á hvíludegnum, men halda hvíludagin heilagan og einki verk inna á honum,v25tá skulu kongar og høvdingar, sum sita í hásæti Dávids og aka í vagnum og ríða á hestum, ganga inn um liðið í hesi borg, bæði teir og høvdingar teirra og Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems; og henda borgin skal vera bygd allar ævir.v26Og teir skulu koma úr Júda borgum og úr bygdunum kring Jerúsalem, úr Benjamins landi og av láglandinum og av fjallalandinum og av suðurlandinum við brenniofrum, sláturofrum og grónofrum, roykilsisofrum og takkarofrum til hús Harrans.v27Men lýða tit ikki orðum mínum um at halda hvíludagin heilagan og onga byrði bera inn um Jerúsalems borgarlið á hvíludegnum, tá vil eg seta eld á borgarliðini; hann skal brenna upp Jerúsalems hallir og ikki slokna. |