|
Jeremia, kapittul 21 Profeturin boðar fall Jerúsalems og mælir til uppgávu v1Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum ta ferðina, tá ið Zidkia kongur sendi Pasjhur Malkiason og prestin Zefanja Máasejason til hansara við hesi orðsending:v2Gakk og leita ráð við Harran fyri okkum, tí at Nebukadnezar, Bábelkongur, herjar á okkum; kanska Harrin vil veita okkum dugnað á sama undurfulla hátt sum áður, so at Nebukadnezar fer frá okkum aftur!v3Jeremia svaraði teimum: Soleiðis skulu tit siga við Zidkia:v4So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sí, vápnini í hondum tykkara, sum tit berjast við fyri uttan borgargarð ímóti Bábelkongi og Kaldeum, ið kringseta tykkum, teimum snúgvi eg ímóti tykkum sjálvum og lati Kaldear koma í fylking mitt inn í hesa borgina.v5Og eg skal sjálvur berjast ímóti tykkum við útrættari hond og sterkum armi í vreiði og bræði og í miklari øði,v6og eg slái íbúgvarnar í hesi borg, ja bæði fólk og fenað við herviligari drepsótt, so at alt týnir lívið.v7Síðan, sigur Harrin, gevi eg Zidkia Júdakong og tænarar hans og tað, sum eftir er av fólki í hesi borg eftir drepsóttina, svørðið og hungurin, upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs og upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra manna, ið sita um lív teirra; og hann skal drepa teir við svørði eirindaleyst og uttan eymkan og uttan várkunn!v8Og tú skalt siga við hetta fólkið: So sigur Harrin: Sí, eg leggi fram fyri tykkum deyðans veg og lívsins veg.v9Teir, sum verða verandi eftir í hesi borgini, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt; men teir, sum rýma av stað og binda felag við Kaldear, ið kringseta tykkum, skulu liva og vinna lív sítt eins og herfong.v10Tí at eg snúgvi andliti mínum móti hesi borg til ógævu og ikki til gævu, sigur Harrin, hon skal verða givin í vald Bábelkongs, og hann skal brenna hana upp. Kongshúsið verður varað við |