Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 22
Kongurin fær viðvaring
v1Soleiðis mælti Harrin: Far tú oman at Júdakongsins høll og flyt har hesa røðuv2og sig: Hoyr orð Harrans, tú Júdakongur, sum situr í hásæti Dávids, tú og tænarar tínir og fólk títt, ið ganga inn um hesi lið!v3So sigur Harrin: Fremjið rætt og rættlæti og hjálpið hinum rænda úr valdsmansins hondum, kúgið ikki hin fremmanda, faðirloysingan og einkjuna og farið ikki við valdsgerðum og hellið ikki út sakleyst blóð á hesum staði!v4Tí at gera tit eftir hesum orðum, tá skulu kongarnir, sum sita á hásæti Dávids, ganga inn um liðini á hesum húsi við vagnum og á hestbaki, bæði teir og tænarar teirra og fólk teirra.v5Men lýða tit ikki hesum orðum, tá svørji eg við sjálvan meg, sigur Harrin, at henda høllin skal verða løgd í oyði.v6So sigur Harrin um høll Júdakongs: Tú vart mær sum Gilead, sum Libanons fjallatindur! Vissuliga geri eg teg til oyðimørk eins og mannaoyddar borgir!v7Eg halgi ránsmenn ímóti tær hvønn við sínum vápnum; teir skulu fella tíni dýrmætu sedristrø og tveita á eldin!v8Og mangar tjóðir munnu koma fram við hesi borg, og menn spyrja hvør annan: Hví man Harrin hava farið soleiðis við hesi miklu borg?v9Og tað skal verða svarað: Av tí at teir hava havnað sáttmála Harrans, Guðs síns, og dýrkað og tilbiðið aðrar gudar.
Kvartan um Sjallum (Jóahaz)
v10Grátið ikki um tann deyða og harmið hann ikki, men grátið heldur um tann, sum burtur fór; tí at hann kemur ikki heim aftur, og sítt føðiland sær hann ikki aftur.v11Tí at so sigur Harrin um Sjallum Jósiason, Júdakong, ið tók við ríki eftir faðir sín Jósia: Hann, sum fór burtur frá hesum staði, skal ongantíð koma aftur higar;v12men á tí staðnum, sum hann varð herleiddur til, har skal hann doyggja og aldri síggja hetta landið aftur.
Hóttan móti Jójakimi
v13Vei honum, ið byggir hús sítt við ranglæti og loftsalir sínar við órætti, sum letur landa sín træla fyri einki og onga løn veitir honum,v14sum sigur: Eg vil reisa mær rúmsátt hús og loftgóðar salir, seta gluggar í, brósta við sedrisviði og mála við royðu.v15Ert tú kongur til tess at breggja við sedrisviði? Faðir tín, mundi hann ikki eta og drekka og fremja rætt og rættlæti? Tá mundi vignast væl fyri honum.v16Hann framdi rættin hjá neyðstøddum og fátækum, tá vignaðist væl fyri honum; er tílíkt ikki at kenna meg? sigur Harrin.v17Tí at eygu tíni og hjarta títt stunda einans á egnan vinning og eftir at hella út sakleyst blóð, at inna valdsgerð og yvirgangsverk.v18Tí sigur Harrin soleiðis um Jójakim Jósiason, Júdakong: Menn skulu ikki syrgja hann og siga: Á, bróðir mín! Á, systir mín! Teir skulu ikki harma hann og siga: Á, Harri! Á, dýrd hans!v19Eins og asni skal hann verða jarðaður, verða drigin burtur og tveittur langt út um Jerúsalems borglið.
Kvartan um ógævu, sum koma skal
v20Far upp á Libanon og rópa, lat rødd tína gella í Básjan; rópa frá Ábarim; tí at sorlaðir eru allir ástvinir tínir.v21Eg talaði til tín í trygd tíni, men tú sýtti at lýða; soleiðis var siður tín frá ungdómi tínum; rødd míni vildi tú ikki lýða.v22Allar hirðar tínar skal vindurin hirða, og ástvinir tínir fara í útlegd; skomm og skemd skalt tú ljóta fyri alla vándsku tína.v23Tú, sum hølast á Libanon og reiðrast í sedristrøunum, hvør manst tú stynja, tá ið riðini koma á teg, kvalir eins og á konu í barnferð!
Hóttan móti Jekonja kongi
v24So satt sum eg livi, sigur Harrin, um so sonur Jójakims Júdakongs var innsiglisringurin á høgru hond míni, reiv eg teg kortini burtur.v25Eg gevi teg upp í hendur teirra, sum sita um lív títt, og upp í hendur teirra, sum tú óttast, upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, og upp í hendur Kaldea.v26Og eg varpi tær og móður tíni, sum føddi teg, burtur í annað land, har sum tit ikki eru fødd, og har skulu tit doyggja.v27Men í tað landið, sum sál teirra langtar eftir, skulu teir ongantíð koma heim aftur.v28Er tá hesin maðurin Konja bert eitt vanmett ílát til at bróta sundur ella ker, sum eingin leggur í? Hví skal tá hann við avkomi sínum verða burturtveittur og útrikin í land, sum hann ikki kennir?v29Á land, land, land! Hoyr orð Harrans!v30So sigur Harrin: Skrásetið henda mannin sum barnleysan, sum mann, ið einki eydnast fyri alla ævi sína, tí at ongum manni av hansara ætt skal eydnast at sita í hásæti Dávids og ráða fyri Júda ríki.