Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 24
Tvær tægur við fikum: teir burturriknu og teir, sum eftir verða í landinum
v1Harrin læt meg síggja sjón, og sí, fyri framman tempul Harrans stóðu tvær tægur fullar av fikum; – tað var, eftir at Nebukadnezar hevði herleitt Jekonja Jójakimsson, Júdakong, og Júda høvdingar, listasmiðirnar og jarnsmiðirnar burtur úr Jerúsalem og flutt teir við sær til Bábel.v2Í aðrari tæguni vóru frálíka góðar fikur, líkar árfikum, men í hinari vóru ringar fikur, so ringar, at tær vóru als ikki etandi.v3Tá segði Harrin við meg: Hvat sært tú, Jeremia? Eg svaraði: Fikur! Tær góðu fikurnar eru framúr góðar, men tær ringu so ringar, at tær als ikki eru etandi.
v4Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi:v5So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eins og eg líti at hesum góðu fikunum, soleiðis líti eg at hinum herleiddu úr Júda, sum eg rak burtur hiðan til Kaldealands – teimum til góða.v6Eg lati eygu míni horva at teimum í góðvild og leiði teir heim aftur í hetta landið; eg vil byggja teir upp og ikki bróta teir niður, seta teir niður og ikki slíta teir upp.v7Eg gevi teimum hjarta til at kenna meg, at eg eri Harrin; teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra, tá ið teir venda við til mín av heilum huga.v8Men eins og farið verður við teimum ringu fikunum, ið eru so ringar, at tær eru ikki etandi, soleiðis, sigur Harrin, vil eg fara við Zidkia Júdakongi og høvdingum hans og leivdini av íbúgvum Jerúsalems, sum eftir eru í hesum landi, og teimum, sum hava setst niður í Egyptalandi.v9Eg skal gera teir til ræðslu fyri øll kongaríki á jørð, til háð og orðatak, spott og bølbiðingarorð á øllum teimum støðum, hagar sum eg reki teir.v10Og eg sendi á teir svørð og hungur og drepsótt, hagar til teir eru avoyddir úr tí landi, sum eg gav teimum og fedrum teirra.