|
Jeremia, kapittul 25 Spádómur um heimsríki Kaldea v1Orðið, sum kom til Jeremia um alt Júdafólk á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, tað er fyrsta ríkisár Nebukadnezars, Bábelkongs,v2sum Jeremia profetur talaði til alt fólkið í Júda og til allar íbúgvar Jerúsalems soljóðandi:v3Frá trettanda ríkisári Jósia Ámonssonar, Júdakongs, og alt fram at hesum degi, í samfull tjúgu og trý ár, hevur orð Harrans komið til mín, og eg havi talað til tykkara bæði árla og síðla, men tit hoyrdu ikki.v4Og støðugt sendi Harrin til tykkara tænarar sínar profetarnar, men tit lýddu ikki og løgdu ikki oyru við til tess at hoyra,v5tá ið hann segði: Vendið við hvør frá sínum vánda vegi og frá illverkum sínum, so at tit mega búgva í tí landi, sum eg frá ævum og um allar ævir havi givið tykkum og fedrum tykkara;v6og eltið ikki aðrar gudar til tess at dýrka og tilbiðja teir og reitið meg ikki við verkum handa tykkara, so skal eg ikki snúgva tykkum ógævu til handa.v7Men tit lýddu ikki á meg, sigur Harrin, heldur reittu tit meg við verkum handa tykkara, sjálvum tykkum til ógævu.v8Tí sigur Harri herliðanna soleiðis: Fyri at tit ikki lýddu orðum mínum,v9tí skal eg senda boð eftir øllum ættum norðursins, sigur Harrin, og eftir Nebukadnezari, Bábelkongi, tænara mínum, og lata teir ráðast á hetta landið og íbúgvar tess og á allar tjóðirnar her um leið; eg skal víga tey banni og gera tey til øtan og spott og æviga skemd;v10eg lati hvørva frá teimum gleðiljóð og fagnaðarróm, røddir brúðgóms og brúðar, kvarnardun og lampuljós.v11Alt hetta landið skal verða at toftum og oyði, og hesar tjóðirnar skulu træla hjá Bábelkongi í sjeyti ár.v12Men tá ið sjeyti árini eru umliðin, heimsøki eg Bábelkong og fólkið har fyri misgerð teirra, sigur Harrin, og geri Kaldealand at ævigum oyði.v13Tá skal eg evna øll tey orð, sum eg havi hótt hetta landið við, alt tað, sum ritað er í hesi bók, tað, sum Jeremia hevur profeterað um allar tjóðir;v14tí at eisini teir skulu mangar tjóðir og miklir kongar gera til trælir; og eg skal endurgjalda teimum gerðir teirra og verk handa teirra. Vreiðibikarið v15Tí at so segði Harrin, Ísraels Guð, við meg: Tak hetta steypið við vreiðinnar víni úr hond míni og lat allar tjóðir, sum eg sendi teg til, fáa at drekka av tí.v16Tær skulu drekka og sløðra og leika vitleysar fyri svørðinum, sum eg sendi teirra millum.v17Eg tók tá steypið av hond Harrans og læt allar tær tjóðir drekka, sum Harrin hevði sent meg til:v18Jerúsalem og Júda borgir og kongar og høvdingar hennara til tess at gera teir at reyni og oyði, at spotti og bølbiðingarorði, eins og nú gongur sjón fyri søgn;v19Fárao Egyptalands kong, og tænarar og høvdingar hans og alt fólk hansv20og alt tjóðblandið, allar kongar í Uzlandi og allar kongar Filistalands, Askalon og Gaza, Ekron og Ásdods leivdir,v21Edóm, Móab og Ammonitar;v22allar kongar í Týrus og allar kongar í Zidon og kongarnar á strondunum hinumegin havið,v23Dedan, Tema, Buz og allar teir við jaðarkliptum hári;v24allar Árábakongar og allar kongar tjóðblandinganna, sum búgva í oyðimørkini;v25allar kongar í Zimri og allar Elams og Midians kongar;v26allar kongar norðursins, hvørt teir búgva tætt hvør hjá øðrum ella langt hvør frá øðrum; ja, øll ríki heimsins á allari jørðini; og eftir teir skal kongur Sjesjaks drekka.v27Og tú skalt siga við teir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Drekkið, verðið fullir og spýggið; dettið og komið ikki aftur á føtur fyri svørðinum, sum eg sendi tykkara millum!v28Men berast teir undan at taka steypið av hond tíni og drekka, tá skalt tú siga við teir: So sigur Harri herliðanna: Drekka skulu tit;v29tí at tá ið eg byrji revsing mína við hesi borg, sum navn mítt er nevnt yvir, skuldu tit tá komast undan órevsaðir? Nei, tit skulu ikki sleppa órevsaðir, tí at eg búgvi út svørð móti øllum íbúgvum jarðarinnar, sigur Harri herliðanna. Heimsdómurin v30Men alt hetta skalt tú profetera teimum og siga: Harrin ýlir av himnahæddum, letur rødd sína gella frá sínum heilaga bústaði; hann ýlir út yvir haglendi sítt; eins og teir, ið vínber troða, sker hann í róp ímóti øllum, sum á jørðini búgva.v31Rómurin hoyrist út á ytstu útryðjur jarðar, tí at Harrin hevur trætumál við tjóðirnar; øllum holdi stevnir hann til dóms; hinar gudleysu gevur hann svørðinum í vald, sigur Harrin.v32So sigur Harri herliðanna: Sí, ógæva fer frá eini tjóð til aðra; øgiligt harðveður rísur á útryðjum jarðar;v33á tí degi skulu teir, sum Harrin hevur felt, liggja úr einum enda jarðarinnar í annan; og teir skulu ikki verða harmaðir og ikki tiknir upp og ikki jarðaðir, men verða liggjandi sum taðfall oman á jørðini.v34Eymkið tykkum, tit hirðar, og kvartið, veltið tykkum í dustinum, tit oddamenn fylgisins, tí at tími tykkara er komin til at verða slátraðir, smildraðir og sundraðir eins og dýrmæt skál.v35Tá verður einki skjól fyri hirðarnar longur og eingin undankoma fyri oddamenn fylgisins.v36Hoyrið, hvussu hirðarnir kvarta, og oddamenn fylgisins eymka seg, tí at oytt hevur Harrin haglendi teirra!v37Og fyri Harrans brennandi vreiði liggja hinar friðsælu fløtur avsvidnar.v38Ljónið er farið úr runnaskógi sínum, tí at land teirra er vorðið at oyði fyri herjandi svørði og brennandi bræði Harrans. |