|
Jeremia, kapittul 26 Tempulrøðan v1Í byrjan ríkisstjórnar Jójakims Jósaisonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum:v2So sigur Harrin: Gakk fram í forgarð hús Harrans og tala til allar teir, sum koma úr Júda til at tilbiðja í húsi Harrans, øll hesi orð, sum eg havi boðið tær at tala til teirra; legg einki orð burturúr!v3Kanska hoyra teir og venda við hvør frá sínum vánda vegi, so at eg kann iðra meg um tað illa, sum eg havi í huga at gera teimum vegna illverk teirra.v4Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Lýða tit ikki mær, so at tit fara eftir lóg míni, sum eg havi lagt fyri tykkum,v5og lýða orðum tænara mína, profetanna, sum eg javnt og samt sendi til tykkara, men sum tit ikki lýddu,v6tá skal eg fara á sama hátt við hesum húsi sum við húsinum í Sjilo og lata allar tjóðir jarðar hava hesa borgina sum bølbiðingarorð. Prestarnir og profetarnir vilja drepa Jeremia; menn kongsins bjarga honum v7Prestarnir og profetarnir og alt fólkið hoyrdu nú Jeremia tala hesi orð í templi Harrans;v8og tá ið Jeremia hevði talað alt tað, sum Harrin hevði boðið honum at siga við alt fólkið, tá tóku prestarnir og profetarnir og alt fólkið hann á hondum og søgdu: Tú skalt lívið týna!v9Hví profeterar tú í navni Harrans og sigur: Tað skal verða við hesum húsi eins og við húsinum í Sjilo, og henda borgin skal verða toftir og mannoydd? Tá tyrptist alt fólkið saman um Jeremia har í templi Harrans.v10Men tá ið Júda høvdingar hoyrdu hetta, fóru teir úr kongshøllini niðan í tempul Harrans og settust uttanvert við nýggja lið Harrans.v11Og prestarnir og profetarnir søgdu við høvdingarnar og alt fólkið: Hesin maðurin hevur gjørt fyri lívi sínum, tí at hann hevur profeterað ímóti hesi borg, eins og tit hava hoyrt við egnum oyrum.v12Men Jeremia mælti við allar høvdingarnar og alt fólkið og segði: Harrin hevur sent meg til tess at profetera móti hesum húsi og hesi borg, øll tey orð, sum tit hava hoyrt.v13Men batnið nú í atferð og gerðum tykkara og lýðið rødd Harrans, Guðs tykkara, so vil Harrin iðra seg um ta ógævu, sum hann hevur hótt tykkum við.v14Men eg, eg eri nú í valdi tykkara; gerið nú við meg, sum tit halda vera best og beinast.v15Men tað skulu tit vita, at drepa tit meg, tá leiða tit sakleyst blóð yvir tykkum og yvir hesa borg og íbúgvar hennara; tí at av sanni hevur Harrin sent meg til tykkara til tess at tala øll hesi orð fyri tykkum!v16Tá søgdu høvdingarnir og alt fólkið við prestarnar og profetarnar: Hesin maðurin hevur ikki gjørt fyri lívi sínum; men í navni Harrans, Guðs várs, hevur hann talað til okkara.v17Tá gingu nakrir av fólksins elstu fram og talaðu til alla samkomu fólksins og søgdu:v18Mika úr Móresjet profeteraði á døgum Hizkia úr Júda við hesum orðum fyri øllum Júdafólki: So sigur Harri herliðanna: Zion skal verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða at toftum og tempulfjallið at skógarheyggjum!v19Mundi Hizkia úr Júda og alt Júdafólk drepa hann? Mundu teir ikki heldur óttast Harran og biðja hann um náði, so at Harrin iðraði seg um tað illa, sum hann hevði hótt teir við? Skulu vit tá elva okkum sjálvum hesa miklu ógævu? Uria profetur v20Annar maður var eisini, sum profeteraði í navni Harrans, Uria Sjemajason úr Kirjat-Jearim; hann profeteraði eisini móti hesi borg og hesum landi við somu orðum sum Jeremia.v21Og tá ið Jójakim kongur og allir kappar hans og allir høvdingarnir hoyrdu orð hans, royndi kongur at taka hann av lívi; men tá ið Uria frætti hetta, óttaðist hann og rýmdi til Egyptalands.v22Men Jójakim kongur sendi menn til Egyptalands; hann sendi Elnatan Akborsson og nakrar aðrar við honum;v23teir førdu Uria aftur úr Egyptalandi og komu við honum til Jójakims kongs, ið drap hann við svørði og jarðaði lík hansara, har sum almúgufólkið hevur gravir sínar.v24Áhikam Sjáfansson vardi Jeremia, so at hann var ikki givin upp í fólksins hendur og dripin. |