|
Jeremia, kapittul 28 Jeremia og Hánanja v1Á fjórða ríkisári Zidkia Júdakongs í fimta mánaði segði profeturin Hánanja Azzursson úr Gibeon við meg í templi Harrans, meðan prestarnir og alt fólkið vóru hjá:v2So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Eg havi brotið sundur ok Bábelkongs;v3og um tvey ár flyti eg aftur á henda staðin øll tey ílát í húsi Harrans, sum Nebukadnezar, Bábelkongur, tók hiðan og flutti til Bábelborgar,v4og Jekonja Jójakimsson, Júdakong, og øll tey herleiddu úr Júda, sum komin eru til Bábelborgar, flyti eg heim aftur á henda staðin, sigur Harrin; tí at eg bróti sundur ok Bábelkongs.v5Tá mælti Jeremia profetur við Hánanja profet, meðan prestarnir og alt fólkið, ið saman var komið í húsi Harrans, stóðu hjá,v6og segði: Amen! Harrin lati tað sannast! Harrin evni orð tíni, sum tú hevur profeterað, og flyti ílát hús Harrans og øll tey herleiddu út úr Bábel heim aftur í henda staðin!v7Men hoyr nú kortini tað, sum eg vil siga bæði tær og øllum fólkinum:v8Teir profetar, ið verið hava undan mær og undan tær frá fyrndartíð, profeteraðu móti mongum londum og miklum ríkjum um bardaga, hungur og drepsótt.v9Men tá ið profetur profeterar um frið, tá skal tað, um Harrin av sonnum hevur sent hann ella ikki, sannast av, at orð hansara ganga út.v10Tá tók Hánanja profetur okið av hálsi Jeremia profets og breyt tað sundur.v11Og Hánanja profetur mælti, meðan alt fólkið var hjá: So sigur Harrin: Soleiðis vil eg, áður enn tvey ár eru umliðin, bróta ok Nebukadnezars Bábelkongs av hálsi alra tjóða! Jeremia profetur fór tá leið sína.v12Men eftir tað at Hánanja profetur hevði brotið og tikið okið av hálsi Jeremia profets, kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi:v13Far og sig við Hánanja: So sigur Harrin: Okið av træi hevur tú brotið sundur; men eg vil í stað tess gera ok av jarni!v14Tí at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Jarnok legði eg á hálsin á øllum hesum tjóðum, so at tær verða trælir hjá Nebukadnezari, Bábelkongi – og tær skulu tæna honum; ja, eisini djórini á markini havi eg givið honum.v15Tá segði Jeremia profetur við Hánanja profet: Hoyr tú, Hánanja: Harrin hevur ikki sent teg, og tú hevur fingið hetta fólkið til at troysta á lygnir.v16Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg varpi tær burtur av jørðini; tú skalt ikki ganga av árinum, tí at tú hevur boðað fráfall frá Harranum!v17Í sjeynda mánaði sama ár doyði Hánanja profetur. |