|
Jeremia, kapittul 29 Jeremia sendir hinum herleiddu bræv v1Hesi eru orðini í tí brævi, ið Jeremia profetur sendi úr Jerúsalem til teir elstu, sum eftir vóru millum teir herleiddu, og til prestarnar og profetarnar og til alt fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar –v2eftir at Jekonja kongur og kongsmóðirin, hovmenninir, høvdingar Júda og Jerúsalems, listasmiðirnir og jarnsmiðirnir vóru farnir burtur úr Jerúsalem –v3við Elasa Sjáfanssyni og Gemarja Hilkiasyni, sum Zidkia Júdakongur sendi til Nebukadnezars Bábelkongs:v4So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, til allar hinar herleiddu, sum eg havi herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar:v5Byggið hús og búgvið í teimum; leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra!v6Takið tykkum konur og gitið synir og døtur; takið sonum tykkara konur og giftið burtur døtur tykkara til tess at føða synir og døtur, so at tit fjølgast har og ikki fækkast!v7Og havið umsorgan fyri landinum, sum eg havi herleitt tykkum til, og biðið fyri tí til Harrans; tí at eydna tess er eydna tykkara.v8Tí at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Latið ikki profetarnar, sum eru tykkara millum, ella spásagnarmenn tykkara tøla tykkum, og trúgvið ikki á teir dreymar, sum tit droyma;v9tí at teir spáa tykkum lygnir í mínum navni; eg havi ikki sent teir, sigur Harrin.v10Tí at so sigur Harrin: Tá ið sjeyti ár eru umliðin fyri Bábel, vitji eg tykkum aftur og evni á tykkum heiti mítt, at flyta tykkum heim aftur á henda staðin.v11Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.v12Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín;v13spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av heilum huga,v14skal eg lata tykkum finna meg, sigur Harrin, og venda lagnu tykkara, savna tykkum saman úr øllum tjóðum og av øllum teimum støðum, hagar sum eg havi rikið tykkum, sigur Harrin, og flyta tykkum heim aftur á henda staðin, haðan sum eg herleiddi tykkum.v15Men tá ið tit siga: Harrin hevur vakt okkum upp profetar her í Bábel,v21tá skulu tit vita, at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, um Ákab Kólajason og um Zidkia Máasejason, ið profeteraðu tykkum lygnir í mínum navni: Sí, eg gevi teir upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs, og hann skal drepa teir beint fyri eygum tykkara.v22Og allir hinir herleiddu av Júda, sum eru í Bábel, skulu hava teir til soljóðandi bølbønartiltak: Harrin fari við teimum eins og við Zidkia og við Ákabi, sum Bábelkongur steikti í eldi! –v23fyri at teir framdu skemdarverk í Ísrael og drivu hor við konum landa sína og talaðu í mínum navni lygnarorð, sum eg hevði ikki boðið teimum at tala. – Ja, eg veit tað og kann vátta tað, sigur Harrin.v16Tí at so hevur Harrin sagt um kongin, sum situr í hásæti Dávids, og um alt fólkið, sum býr í hesi borgini, brøður tykkara, sum ikki vóru herleiddir saman við tykkum –v17so sigur Harri herliðanna: Sí, eg sendi á teir svørð, hungur og drepsótt og geri teir eins og hinar fikurnar, ið vóru so ringar, at tær ikki vóru etandi,v18og eg elti teir við svørði, hungri og drepsótt og geri teir til ræðslu fyri øll kongaríki á jørð, til bølbøn og øtan, til háð og spott millum allar tjóðir, hagar sum eg reki teir,v19aftur fyri at teir ikki lýddu á orð míni, sigur Harrin; tí at støðugt sendi eg teimum tænarar mínar, profetarnar, men teir vildu ikki hoyra, sigur Harrin.v20Men hoyrið tó orð Harrans, øll tit herleiddu, sum eg flutti úr Jerúsalem til Bábelborgar. Revsingardómur yvir Sjemaja v24Við Sjemaja úr Nehelam skalt tú siga:v25So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Av tí at tú í tínum egna navni hevur sent øllum fólkinum í Jerúsalem og prestinum Zefanja Máasejasyni og øllum prestunum soljóðandi bræv:v26Harrin hevur sett teg sum prest í staðin fyri Jójada prest, til tess at tú í húsi Harrans skalt hava umsjón við øllum óðum monnum og øllum í profetiskum gudmóði og fjøtra teir við stokki og hálsjarni.v27Hví setir tú tá ikki at Jeremia úr Ánatot, sum fæst við at profetera har hjá tykkum!v28Tí at nú hevur hann sent okkum soljóðandi bræv higar til Bábelborgar: Hetta fer at vara leingi; byggið tí hús og búgvið í teimum; og leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra!v29Hetta brævið las presturin Zefanja upp fyri Jeremia profeti.v30Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi:v31Send øllum hinum herleiddu hesi boð: So sigur Harrin um Sjemaja úr Nehelam: Av tí at Sjemaja hevur profeterað fyri tykkum, tó at eg ikki havi sent hann, og tølað tykkum til at troysta á lygnir,v32tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg skal hevna hetta inn á Sjemaja úr Nehelam og eftirkomarar hans, so at eingin av hansara ætt verður eftir í hesum fólkinum; og hann skal ikki síggja tað góða, sum eg lati vera fólki mínum fyri, sigur Harrin; tí at hann hevur boðað fráfall frá Harranum. |