|
Jeremia, kapittul 37 Jeremia boðar Zidkia fall Jerúsalems v1Zidkia Jósiason varð kongur í stað Konja Jójakimssonar; tað var Nebukadnezar, ið gjørdi hann til kong í Júdalandi;v2men hvørki hann ella tænarar hans ella fólkið í landinum lýddu orðum teimum, ið Harrin hevði talað við Jeremia profet.v3Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet við soljóðandi orðsending: Gakk til Harrans, Guðs várs, í forbøn fyri okkum!v4Jeremia hevði um tað mundið loyvi at ganga út og inn hjá fólkinum, tí at enn høvdu teir ikki sett hann í myrkustovu.v5Herur Fáraos var hildin út úr Egyptalandi; og tá ið Kaldear, sum kringsettu Jerúsalem, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerúsalem.v6Tá kom orð Harrans til Jeremia profet soljóðandi:v7So sigur Harrin, Ísraels Guð: Soleiðis skalt tú siga við Júdakong, sum sendi teg at leita ráð við meg: Herur Fáraos, sum helt avstað tykkum til hjálpar, man venda heim aftur til Egyptalands;v8og Kaldear skulu koma aftur og herja á hesa borg, vinna sigur á henni og brenna hana upp!v9So sigur Harrin: Teipið ikki tykkum sjálvar við at siga: Kaldear munnu fara frá okkum med alla. Nei, teir fara ongar vegir!v10Tí at um tit vógu allan her Kaldea, sum herjar á tykkum, so at einans nakrir særdir vóru eftir, hvør í sínum tjaldi, tá skuldu teir risið upp og brent hesa borgina upp. Jeremia í varðhaldi v11Tá ið herur Kaldea var rýmdur frá Jerúsalem undan heri Fáraos,v12fór Jeremia úr Jerúsalem og bjóst til Benjamins lands til tess at taka lut í jarðarbýti við bygdarfólkinum.v13Men tá ið hann kom í Benjamins lið, var har varðmaður ein, sum æt Jiria Sjelemjason, Hánanjasonar; hann treiv í Jeremia profet og mælti: Tú ætlar at rýma yvir til Kaldea!v14Men Jeremia svaraði: Tað er lygn; eg ætli ikki at rýma yvir til Kaldea! Men Jiria vildi ikki lurta eftir Jeremia, treiv í hann og leiddi hann fram fyri høvdingarnar.v15Høvdingarnir reiddust inn á Jeremia, bardu hann av og settu hann fastan í húsinum hjá Jónatani ríkisritara, tí at tað høvdu teir gjørt til fangahús.v16Soleiðis kom Jeremia í fangaskotið undir hválvinum; og har varð hann sitandi langa tíð. Zidkia leitar ráð við Jeremia og linkar um varðhaldið v17Men Zidkia kongur sendi menn eftir honum; og kongur spurdi hann í loyndum í høll síni: Er nakað orð frá Harranum? Jeremia svaraði og segði: Jú, vissuliga: Tú skalt verða givin upp í hendur Bábelkongs!v18Síðan segði Jeremia við Zidkia kong: Hvat misbrot havi eg gjørt móti tær og tænarum tínum og móti hesum fólkinum, at tit seta meg í myrkustovu?v19Og hvar eru nú profetar tykkara, sum profeteraðu fyri tykkum og søgdu: Ei man Bábelkongur ráðast á tykkum og hetta land?v20Og hoyr nú, harra kongur! Lýð á mína eyðmjúku bøn og flyt meg ikki aftur í húsið hjá Jónatani ríkisritara til at doyggja har!v21Tá beyð Zidkia kongur at seta Jeremia í varðhald í varðgarðinum; og hvønn dag fekk hann ein breyðleiv úr Bakaragøtu, til alt breyðið í borgini var undangingið. Soleiðis sat nú Jeremia í varðgarðinum. |