Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 39
Jerúsalem verður vunnin og revsað
v1Men tá ið Jerúsalem var vunnin á níggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs í tíggjunda mánaðinum – tá kom Nebukadnezar Bábelkongur við øllum heri sínum til Jerúsalem og kringsetti hana.v2Og á ellivta ríkisári Zidkia, á níggjunda degi hins fjórða mánaðar varð skarð brotið inn í borgina –.v3Tá komu allir høvdingar Bábelkongs og settust í miðliðið: Hirðstjóri Nebusjazban, yvirfrøðimaðurin Nergal-Sarezer og allir hinir høvdingar Bábelkongs.v4Men tá ið Zidkia kongur og allir hermenninir sóu teir, flýddu teir og fóru um náttina út úr borgini fram við kongsgarðinum og gjøgnum liðið millum báðar borgargarðarnar og hildu leiðini móti Árábaslættanum.v5Men herur Kaldea helt aftan á teir; á Jerikoslættanum fingu teir Zidkia aftur; og teir tóku hann og fluttu hann til Ribla í Hámats landi, til Nebukadnezars Bábelkongs, og hann feldi dóm yvir hann.v6Í Ribla læt Bábelkongur synir Zidkia drepa fyri eygum hans, og somuleiðis læt Bábelkongur drepa allar tignarmenn Júda;v7og Zidkia blindaði hann og læt hann leggja í fjøtur av kopari til tess at føra hann til Bábelborgar.v8Og kongshøllina og hús fólksins brendu Kaldear upp og brutu niður borgargarðar Jerúsalems.v9Men tað, sum eftir var av fólki í borgini, og teir, sum rýmdir vóru yvir til hansara, og allar teir smiðirnar, ið eftir vóru, herleiddi Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, til Bábelborgar.v10Einans nakað av almúgufólki, sum einki átti, læt Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, vera eftir í Júdalandi og gav teimum samstundis víngarðar og akurlendi.
Forløg Jeremia
v11Men viðvíkjandi Jeremia gav Nebukadnezar Bábelkongur Nebuzarádani, lívvarðarhøvdinga, hesi boð:v12Tak hann, síggj honum til góða og ger honum einki ilt; men far við honum, eins og hann sjálvur sigur tær.v13Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, Nebusjazban, hirðstjóri, og Nergal-Sarezer yvirfrøðimaður og allir yvirmenn hjá Bábelkongi sendu nú mennv14at flyta Jeremia út úr varðgarðinum og lata Gedalja Áhikamsson Sjáfanssonar fáa hann undir hond til tess at føra hann heim og lata hann búgva í miðjum fólkinum.
Fyrijáttan til Ebed-Meleks
v15Men meðan Jeremia sat fastur í varðgarðinum, var orð Harrans komið til hansara soljóðandi:v16Far og sig við Ebed-Melek Blámann: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, nú lati eg orð míni um hesa borg sannast ikki til gævu, men til ógævu; fyri eygum tínum skulu tey ganga út á tí degi.v17Men á tí degi skal eg bjarga tær, og tú skalt ikki verða givin upp í hendur teirra manna, sum tú óttast, sigur Harrin;v18heldur man eg lata teg komast undan; fyri svørði skalt tú ikki falla, og tú skalt ljóta lív títt eins og herfong, fyri at tú setti álit títt til mín, sigur Harrin.