Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 41
Jisjmael drepur Gedalja
v1Men á sjeynda mánaði kom Jisjmael Netanjason, Elisjámasonar, ið var av kongsættini og ein av høvuðsmonnunum, saman við tíggju monnum til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa; og teir settust til borðs har í Mizpa við honum.v2Jisjmael Netanjason og teir tíggju menninir, sum við honum vóru, lupu tá á føtur og vógu Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar, við svørði og drópu soleiðis tann mann, sum Bábelkongur hevði sett at ráða fyri landinum;v3somuleiðis jarðlegði Jisjmael allar teir Júdear, ið har vóru saman við Gedalja í Mizpa og teir Kaldear, sum har funnust og allar hermenninar.
Jisjmael drepur nakrar efraimitiskar pílagrímar
v4Men annan dagin eftir, at Gedalja var deyður, og áður enn nakar hevði fingið frænir av tí,v5tá komu úr Sikem og Sjilo og úr Sámáriu áttati menn við avskornum skeggi, skræddum klæðum og við skeinum á likamunum. Teir høvdu við sær grónoffur og roykilsi til tess at bera tað fram í húsi Harrans.v6Jisjmael Netanjason fór tá ímóti teimum út úr Mizpa; hann gekk grátandi allan vegin; og tá ið hann kom til teirra, mælti hann við teir: Komið inn til Gedalja Áhikamssonar!v7Men so skjótt sum teir vóru komnir inn í borgina, drap hann og menn hans teir, og teir tveittu teir niður í brunnin.v8Men teirra millum vóru tíggju menn, ið søgdu við Jisjmael: Drep okkum ikki, tí vit hava úti á markini fjaldar goymslur við hveiti og byggi, olju og hunangi. Tá tók hann seg aftur og drap teir ikki saman við hinum.v9Men brunnurin, sum Jisjmael tveitti øll líkini í av teimum monnum, ið hann hevði dripið, var hin stóri brunnurin, sum Ása kongur hevði gjørt til varnar móti Básja, Ísraels kongi; hann fylti Jisjmael Netanjason við vignum monnum.v10Síðan flutti Jisjmael burtur ta leivd av fólki, sum eftir var í Mizpa: Kongsdøturnar og alt fólkið, sum eftir var í Mizpa, sum Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði sett Gedalja Áhikamsson yvir; tey flutti Jisjmael Netanjason burtur og helt síðan leið sína til Ammonita.
Jóhanan rekur Jisjmael á flótta og tekur fangarnar av honum
v11Men tá ið Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir frættu um tað illverk, ið Jisjmael Netanjason hevði int,v12tóku teir við sær allar menn sínar og hildu avstað til tess at berjast við Jisjmael Netanjason; við Tjørnina miklu í Gibeon komu teir fram á hann.v13Men tá ið alt fólkið, sum var við Jisjmaeli, bar eyga við Jóhanan Káreason og allar herhøvdingarnar, ið við honum vóru, tá fegnaðust tey;v14og alt fólkið, sum Jisjmael hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, snúðist við og bant felag við Jóhanan Káreason.v15Men Jisjmael Netanjason komst undan Jóhanani saman við átta monnum og fór til Ammonita.
Av ótta fyri Kaldeum vil Jóhanan flyta fólkið til Egyptalands
v16Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir, ið við honum vóru, tóku tá alt tað, sum eftir var av tí fólki, sum Jisjmael Netanjason hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, eftir at hann hevði dripið Gedalja Áhikamsson, bæði hetjurnar og hermenninar, konurnar og børnini og hirðmenninar, sum teir høvdu við sær aftur úr Gibeon;v17og teir løgdu avstað; men í Gerut-Kimham nærindis Betlehem steðgaðu teir á til tess haðan at halda ferðini áfram til Egyptalandsv18undan Kaldeum, tí at teir bóru ótta fyri teimum, av tí at Jisjmael Netanjason hevði dripið Gedalja Áhikamsson, ið Bábelkongur hevði sett yvir landið.