|
Jeremia, kapittul 42 Jeremia mælir frá at fara til Egyptalands v1Síðan komu allir herhøvdingarnir og Jóhanan Káreason og Ázarja Máasejason, alt fólkið, bæði ung og gomul,v2og søgdu við Jeremia profet: Hoyr okkara eyðmjúku bøn og bið til Harrans, Guðs tíns, fyri øllum hesum leivdum; tí at sum tú sjálvur sært á okkum, eru vit bert fá eftir av mongum;v3mátti Harrin, Guð tín, gjørt okkum kunnan tann veg, vit skulu fara, og tað, sum vit eiga at gera!v4Jeremia profetur svaraði teimum: Ja, eg skal biðja til Harrans, Guðs tykkara, eins og tit mæla til, og alt tað, sum hann svarar, skal eg kunngera tykkum; einki skal eg dylja fyri tykkum.v5Teir søgdu tá við Jeremia: Harrin skal vera satt og álítandi vitni móti okkum, um vit ikki fara eftir øllum teimum orðum, ið Harrin, Guð tín, sendir teg við til okkara!v6Veri tað ringt ella gott, rødd Harrans, Guðs várs, hans, ið vit nú senda teg til, vilja vit kortini lýða til tess, at okkum má vignast væl, tá ið vit lýða rødd Harrans, Guðs várs!v7Tá ið tíggju dagar vóru umlidnir, kom orð Harrans til Jeremia.v8Tá kallaði hann saman Jóhanan Káreason, allar herhøvdingarnar, sum við honum vóru, og alt fólkið, bæði ung og gomul,v9og segði við teir: So sigur Harrin, Guð Ísraels, sum tit sendu meg til, at bøn tykkara mátti koma fram fyri ásjón hans:v10Verða tit verandi her í landinum, tá vil eg byggja tykkum upp og ikki bróta niður; eg vil gróðurseta tykkum og ikki slíta upp, tí at meg iðrar tað illa, sum eg havi gjørt tykkum.v11Óttist ikki Bábelkong, sum tit ganga so ræddir fyri; óttist hann ikki, sigur Harrin, tí at eg eri við tykkum til tess at hjálpa tykkum og frelsa tykkum undan valdi hans.v12Eg skal í miskunn míni laga tað soleiðis, at hann várkunnar tykkum og letur tykkum verða búgvandi á jørð tykkara.v13Men vilja tit ikki lýða rødd Harrans, Guðs tykkara, við tað at tit siga: Vit vilja ikki búgva í hesum landi!v14Nei, latum okkum fara til Egyptalands, tí at har síggja vit ongar bardagar, hoyra ongar lúðrar ljóða og kenna ongan sakn av breyði; har vilja vit setast niður, –v15tá hoyrið nú orð Harrans til Júda leivdir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Er tað vissa ætlan tykkara at fara til Egyptalands og komast hagar til tess at búgva har í útisetri,v16tá skal svørðið, sum tit nú óttast, fáa tykkum aftur í Egyptalandi, og hungurin, sum tit nú nøtra fyri, skal elta tykkum til Egyptalands; og har skulu tit doyggja;v17allir teir menn, sum hugsa um at fara til Egyptalands og liva har í útisetri, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt, og eingin teirra sleppa til rýmingar ella komast undan teirri ógævu, sum eg leiði yvir teir.v18Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Eins og ilska mín og vreiði var útoyst yvir Jerúsalembúgvar, soleiðis skal vreiði mín verða oyst út yvir tykkum, tá ið tit fara til Egyptalands; tit skulu verða til bølbiðingarorð og til ræðslu, til bølbøn og til háð og ikki síggja henda staðin aftur.v19Hetta er orð Harrans til tykkara, tit Júda leivdir: Farið ikki til Egyptalands! Vita skulu tit, at eg nú havi varað tykkum við.v20Tit gera illa móti tykkum sjálvum við at senda meg til Harrans, Guðs tykkara, og siga: Bið fyri okkum til Harrans, Guðs várs, og kunnger okkum alt tað, sum Harrin, Guð vár, sigur tær, so at vit mega gera eftir tí –v21og kortini lýða tit ikki rødd Harrans, Guðs tykkara, og gera einki av øllum tí, sum hann hevur sent meg við til tykkara.v22Tí skulu tit nú vita, at tit munnu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt á tí staði, hagar tit tráa eftir at koma til tess at búgva har í útisetri. |