Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 48
Spádómur um Móab
v1Um Móab. So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Vei Nebo, tí at hon er oydd og vorðin til skammar; Kirjatáim er vunnin, háborgin vorðin til skammar, niðurbrotin.v2Fyri Móab er eingin heilivágur og einki fagnaðarljóð í Hesjbon; teir leggja saman ilskuráð ímóti honum: Komið, latum okkum oyða hann úr tjóðanna tali! Eisini tú, Madmen, skal verða oydd; í hølum tínum skal svørðið vera.v3Neyðarróp hoyrast úr Hóronáim: Oyðing og øgiligt sor!v4Móab er sorlaður; neyðarróp teirra ljóða alt til Zóar.v5Ja, grátandi koma teir niðan Luhits fjallabrekku; ja, á vegnum oman ímóti Hóronáim hoyra teir neyðarróp.v6Flýggið, firrið lívi tykkara og verið eins og baraldur í oyðimørkini!v7Ja, av tí at tú leitst á virki tíni og ognir tínar, skalt eisini tú verða hertikin. Kemosj skal fara í útlegd og saman við honum allir prestar og høvdingar hans.v8Yvir hvørja borg kemur oyðarin; eingin borg sleppur undan; dalurin ferst, og slættlendið verður oyðilagt, eins og Harrin hevur sagt.v9Fáið Móabi veingir, til tess at hann kann fljúgva undir burturferð síni; borgir hans skulu verða avoyddar og eingin búgva í teimum.v10Bølbiðin verði tann, sum er seinur at inna verk Harrans; bølbiðin verði tann, sum sýtir svørði sínum blóð!v11Móab hevur livað í friði frá ungdóminum av og ligið í náðum á berskaka sínum; hevur ikki verið stoyttur úr einum íláti í annað og ongantíð verið í útlegd; tí hevur bragdið av honum hildið sær, og roykurin av honum ongantíð verið broyttur.v12Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg sendi honum tømarar, sum skulu tøma hann; teir skulu stoyta burtur úr ílátum hans og smildra kaggar hans.v13Móab skal tá fáa skomm av Kemosj, eins og Ísraels hús fekk skomm av Betel, sum teir troystaðu á.v14Hvussu kunnu tit siga: Vit eru hetjur og orrustugarpar!v15Móab við øllum borgum sínum skal verða oyddur, og mætastu unglingar hans níga niður til slátranar, sigur kongurin, hvørs navn er Harri herliðanna.v16Móabs oyðilegging er í hendi, brátt kemur ógæva hans.v17Eymkið hann, allir tit grannar hans, allir, ið kenna navn hans, sigið: Á, hvussu er brotnaður veldisstavurin, hin dýrmæti sprotin!v18Stíg niður úr heiðurssætinum og sessast í dustinum, tú Dibons dóttir, sum har býrt; tí at hann, sum oyðir Móab, kemur ímóti tær og sorlar hervirki tíni.v19Gakk út á vegin og lít teg um, tú, sum í Ároer býrt; spyr tey, sum flýddu, og konurnar, ið komust undan: Hvat hevur borist á?v20Móab er vorðin til skammar, ja sorlaður. Venið tykkum og rópið av harmi og kunngerið við Arnon, at Móab er oyddur,v21at dómurin er gingin yvir slættlendið, yvir Hólon, Jáhza, Mefáat,v22Dibon, Nebo, Bet-Diblatáim,v23Kirjatáim, Bet-Gamul, Bet-Meon,v24Kerijot, Bozra og allar borgir í Móabs landi nærindis og langt burtur.v25Støkt er hornið av Móabi, og armur hans brotin, sigur Harrin.v26Drekkið hann fullan; tí at hann hevur brett sær upp ímóti Harranum; í síni egnu spýggju skal Móab detta; eisini hann skal verða til spott.v27Var ikki Ísrael látursevni hjá tær? Ella var hann kanska tikin sum tjóvur, at tú soleiðis øtast hvørja ferð, tú talar um hann?v28Rýmið úr borgunum, Móabs íbúgvar, og búgvið í bjørgunum; verið eins og dúgvan, sum byggir reiður uttast í upsini!v29Vit hava hoyrt um dramblæti Móabs, um hans mikla hugmóð og stoltleika, um drambsemi hans og hástóra hjarta.v30Ja, eg kenni nasadirvi hans, sigur Harrin, hans tóma orðageip og fánýtu gerðir!v31Tí má eg eymka Móab, vena meg yvir allan Móab; yvir menninar í Kir-Heres má eg stynja.v32Jázers grát havi eg grátið yvir teg, tú vínviður Sibma; tínar vínberjagreinar toygdu seg yvir havið, rukku til Jázers; oyðarin hevur oytt tín summargróður og vínberjaúrtøku tína.v33Gleði og fagnaður er horvin úr aldingørðunum og úr Móabs landi; vínið lati eg tvørra í vínfargunum; eingin treður vínberini.v34Hesjbon og Eleale vena seg, tað hoyrist til Jáhaz; Hóronáim og Eglat-Sjelisjia vena seg; á, at reyni verða Nimrims vøtn!v35Eg oyði úr Móab, sigur Harrin, hvønn tann, sum fer niðan á heyggj og kyndir offureld fyri gudi sínum.v36Tí eymkar mítt hjarta seg yvir Móab eins og ljóðpípa og somuleiðis yvir menninar úr Kir-Heres; tí at alt, sum teir høvdu drigið saman, hava teir mist.v37Tí at hvørt høvur er berskøllut; hvørt skegg rakað av; á øllum hondum eru skeinur og sekkur um allar lendar.v38Á øllum tekjum og torgum Móabs hoyrist ikki annað enn sorgarljóð; tí at eg havi brotið Móab sundur eins og ker, sum eingin leggur í, sigur Harrin.v39Á, hvussu Móab er skelkaður! Hygg, hvussu skammfullur hann snýr sær burtur! Ja, øllum gronnum sínum er Móab vorðin til spott og øtan.v40Tí at so sigur Harrin: Sí, eins og ørn kemur hann fljúgvandi og breiðir veingir sínar út yvir Móab;v41Kirjat er tikin, vígvirkini fallin; hjartað á Móabs køppum verður á tí degi eins og hjartað á neyðstaddari kvinnu.v42Móab er farin og verður ikki tjóð aftur; av tí at hann brettir sær upp ímóti Harranum.v43Ræðslur, grøv og gildra komi yvir teg, sum býrt í Móab, sigur Harrin.v44Tann, sum flýggjar undan ræðsluni, fellur í grøvina, og tann, sum sleppur upp úr grøvini, kemur fastur í gildruna. Tí at eg lati koma yvir Móab revsingarár teirra, sigur Harrin.v45Afturi undir Hesjbon standa máttleysir flóttamenn; tí at eldur brýtur út úr Hesjbon, logi úr Sihons høll. Hann oyðir vangan á Móabi og hviril hinna hámiklu manna.v46Vei tær, Móab! Farist hevur fólk Kemosjar! Tí at herleiddir verða synir tínir og døtur tínar fluttar í útlegd.v47Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Móabs, sigur Harrin. Her er dómur yvir Móab at enda.