Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jeremia, kapittul 8
Framhald
v1Tá skulu menn, sigur Harrin, taka bein Júdakonga og bein Júdahøvdinga, bein prestanna, profetanna og bein Jerúsalembúgva út úr grøvum teirrav2og breiða tey út í sólina og fyri mánan og allan himinsins her, sum teir elskaðu og tæntu, sum teir eltu og leitaðu ráð við og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað, men liggja sum taðfall oman á jørðini.v3Tá skulu allar tær leivdir, sum eftir eru av hesi spiltu ætt á øllum teimum støðum, har eg havi spjatt tær um, kjósa deyðan fram um lívið, sigur Harri herliðanna.
Ovurmikla trúloysi fólksins
v4Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Man nakar falla og ikki fara aftur á føtur? Ella fer nakar av leið og vendir ikki við aftur?v5Hví man tá hetta fólkið í Jerúsalem vera fallið frá við ævigum fráfalli? Teir halda á við svikum og vilja ikki venda við!v6Eg lurti gjølla og lýði á: Teir tala ósannindi; eingin er, ið iðrar seg um vándsku sína og sigur: Hvat gjørdi eg? Við renningarlopum fara teir allir av leið eins og hestar, sum toka fram í stríðið.v7Sjálvt storkurin uppi í loftinum veit sína ásettu tíð; og turtildúgvan, svalan og tranin halda tíð sína; men fólk mítt kennir ikki rætt Harrans.
Fánýt er vitska frøðimanna
v8Hvussu kunnu tit siga: Vit eru vitrir, og lóg Harrans er hjá okkum? Av sonnum sigi eg: Einans lygn hevur lygigrifful frøðimanna framt.v9Hinir vitru verða til skammar, teir ræðast og verða fangaðir. Sí, orði Harrans hava teir havnað; hvønn vísdóm hava teir tá?v10Tessvegna gevi eg øðrum konur teirra og øðrum harrum markir teirra; tí at frá tí yngsta til hin elsta royna teir allir eftir vinningi, allir bæði profetar og prestar fara við svikum.v11Teir grøða brekir fólks míns, sum var tað einki fyri, við tað at teir boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti.v12Ósømdir skulu teir fáa fyri at hava framt andstygdir, kortini eru teir ikki lotir, og skomm bítur ikki á teimum; tessvegna skulu teir lúta millum teirra, ið falla; og tá ið revsing mín rakar teir, skulu teir snáva, sigur Harrin.v13Eg ætli at bera inn ávøkst teirra, sigur Harrin; men á vínviðinum eru eingi vínber, og á fikutrøunum ongar fikur, og leyvið er følnað.
Ógævan í nánd
v14Hví sita vit kvirrir? Savnið tykkum saman, og latum okkum halda inn í víggirdu borgirnar og farast har; tí at Harrin, Guð vár, letur okkum farast; hann gevur okkum eiturvatn at drekka, av tí at vit hava syndað móti Harranum.v15Menn væntaðu frið, men har varð einki gott, væntaðu heilsubótartíðir, men har komu ræðslur.v16Frá Dán hoyrist froysan av hestum hans, graðhestar hansara neggja, so at landið alt skelvur; teir koma og eta upp landið og alt, sum í tí er, borgina og allar íbúgvar hennara.v17Tí at eg sendi móti tykkum ormar, høggormar, sum eingin galdrakvøðing vinnur á; og teir skulu bíta tykkum, sigur Harrin.
Profeturin syrgir vegna hana
v18Einki grøðir sorg mína, hjartað er sjúkt í mær!v19Hoyr hvussu fólk mítt bønandi rópar úr fjarløgdum landi! Er Harrin ikki í Zion? Hevur hon ongan kong? Hví reittu teir meg við skurðmyndum sínum, við fánýtum fremmandum gudum?v20Kornið er fingið til høldar og aldinskurður at enda, men vit, vit eru ikki frelstir!v21Yvir brot fólks míns eri eg sundurbrotin, gangi í sorgarbúna, ræðslur hava gripið meg.v22Er eingin heilivágur eftir í Gilead, ella er eingin lækni har? Hví kann tá sárið á fólki mínum ikki grógva aftur?(9,1)Gævi, at høvur mítt var vatn og eygu míni táralind, tá skuldi eg grátið dagar og nætur yvir teir vignu hjá fólki mínum!