Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Harmljóðini, kapittul 3
Triði songur
v1Eg eri maðurin, sum eymd havi roynt undir hans vreiðikoyrli;v2meg hevur hann rikið og koyrt í myrkur, har einki ljós er at hóma;v3hann hond síni bregður ímóti mær tann líðilanga dag,v4hevur skrætt av mær hold og húð og brotið bein míni.v5Hann laðaði garð kring meg, byrgdi meg inni við beiskleika og móði,v6læt meg búgva í myrkri eins og teir, ið fyri longum eru deyðir.v7Hann girdi meg inni við steingjandi garði, gjørdi tung míni fjøtur.v8Tó at eg rópi og bøni, steingir hann fyri míni bøn.v9Við høgdum steinum hann byrgdi mín veg, gjørdi leið mína ógongda;v10hann varð mær sum bjørn, ið liggur í stilli eins og ljón á loynum;v11hann vilti meg, skræddi meg sundur og legði meg í oyði;v12hann spenti sín boga, reisti meg sum skotmál fyri ørv sína;v13í míni nýru hann sendi synir ørvahúsa síns;v14øllum tjóðum til láturs eg varð, í táttum teirra alsamt spottaður;v15hann mettaði meg við beiskum urtum, gav mær malurt at drekka,v16læt meg bróta mínar tenn á steinum, nívdi meg niður í dusmið;v17hann rændi úr sál míni friðin, eg gævuna gloymdiv18og segði: «Horvin er lívsmegi mín, vón mín til Harrans.»v19At minnast mína eymd og fjakkan er sum malurt og eitur;v20alsamt sál mín hugsar um hetta og kúrir í mínum barmi.
v21Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg:v22Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda;v23hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans.v24Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann.v25Góður er Harrin teimum, ið honum bíða, teirri sál, ið eftir honum leitar.v26Gott er kvirrur at bíða eftir hjálp frá Harranum.v27Gagnligt er manni ungur at bera ok,v28í einingi tigandi sita, tá ið hann leggur tað á hann,v29toyggja munn sín niður í dusmið, enn er kanska vón,v30rætta honum sín vanga, ið slær, og metta seg við skemd.v31Tí at ikki skúgvar Harrin ævinliga frá sær;v32hevur hann nívt, man hann várkunna aftur, tí at mikil er miskunn hans;v33tí at ikki av hjarta hann plágar og nívir mannanna børn.v34Tá ið allir fangar í landinum verða traðkaðir undir fótum,v35tá ið mansins rættur verður rongdur fyri ásjón hins hægsta,v36tá ið maður verður órættaður í sínum máli – skuldi tá Harrin ikki sæð tað?v37Hvør talaði, so at tað gekk út, uttan at Harrin hevði boðið tað?v38Koma ikki av munni hins hægsta bæði gæva og ógæva?v39Yvir hvat skal maður á foldum kvarta? Hvør og ein yvir sína synd!
v40Latum okkum rannsaka, kanna várar vegir og snúgva okkum til Harrans,v41hevja várum hjørtum og hondum til Guðs á himnum!v42Vit hava syndað og treiskast, og tú fyrigavst okkum ikki,v43men huldi teg í vreiði, elti og drapst okkum eirindaleyst;v44tú huldi teg í skýggjum, so eingin bøn slapp ígjøgnum;v45sum sóp og burturkast tú setti okkum tjóðanna millum.v46Allir fíggindar okkara tambaðu upp gapið móti okkum.v47Øtan og ræðsla okkum lutaðist, oyðing og týning;v48sum løkir renna míni tár vegna ógævu dóttur fólks míns.v49Uttan íhald gráta míni eygu og helma ikki í,v50fyrr enn Harrin skoðar av himni og gevur tí gætur.v51At síggja døtur borgar mínar elvir sál míni sút.
v52Fyri onga søk mínir fíggindar veiddu meg eins og fugl,v53tveittu meg livandi niður í gryvju og grýttu meg við gróti;v54vatn fløddi yvir høvur mítt; eg hugsaði: «Eg eri farin!»v55Eg kallaði, Harri, á navn títt upp úr teirri djúpu gryvju;v56tú hoyrdi mína rødd: «Á, tipp ikki oyrað fyri neyðarrópi mínum!»v57Tá ið eg rópaði, vart tú mær hjá og beyðst mær ikki at óttast.v58Mál mítt, Harri, tú vardi og endurloysti mítt lív;v59Harri, tú sært tann órætt, eg líði, veit mær mín rætt;v60allan teirra hevndarhug sært tú, øll teirra loyniráð,v61teirra háðan hoyrir tú, Harri, øll loyniráð teirra ímóti mær,v62tað, sum fíggindar mínir hugsa og mæla ímóti mær tann líðilanga dag.v63Hygg, hvussu teir í táttum sínum støðugt meg spotta.v64Harri, løn teimum tað aftur eftir verkum handa teirra,v65legg tú skýlu yvir hjarta teirra, ilt biði tú yvir teir,v66elt teir í vreiði, oyð teir út undir tínum himni.