Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Harmljóðini, kapittul 5
Fimti songur
v1Harri, hav í huga forløg vár, hygg og gev tær far um, hvussu vit verða háðað!v2Arvaleivd okkara lutaðist øðrum, hús okkara fremmandum.v3Faðirleys vit eru, eiga ongan góðan, móðir okkara situr einkja.v4Vatnið, sum vit drekka, verða vit at keypa, fyri brennið mega vit gjalda.v5Okið okkum nívir, lúgvaðir vit eru, fáa onga hvíld.v6Egyptalandi vit rættu hond, Assurs landi, til tess at mettast við breyði.v7Fedrar várir, ið syndaðu, eru ikki longur til, og vit bera syndir teirra.v8Trælir okkum valda, eingin okkum bjargar úr hondum teirra.v9Vit vinna okkum føðsluna við ótta fyri oyðimarkar svørði.v10Hold várt er vorðið sum ovnur, sviðið av hungursloganum.v11Konur hava teir skemt í Zion, ungmoyggjar í Júda borgum.v12Høvdingar tóku teir og hongdu, ellismonnum sýndu teir onga virðing.v13Unglingar bóru kvørnina, sveinarnir nigu undir viðarbyrðum.v14Hinir elstu hvurvu úr borgarliðunum, unglingarnir lættu av streingjaleiki.v15Horvin er gleðin úr hjarta várum, dansur okkara broyttur í sorg.v16Krúnan er fallin av høvdi várum, vei okkum, vit hava syndað!v17Av tí er hjarta okkara sjúkt, tessvegna dapraðust eygu okkara;v18vegna Zions fjall, sum liggur í oyði, har revarnir reika um.v19Men tú, Harri, valdar um ævir, títt hásæti stendur ætt eftir ætt.v20Hví vilt tú ævinliga okkum gloyma, siga okkum burtur allar dagar?v21Vend okkum aftur til tín, Harri, tá koma vit aftur, lat dagar okkara aftur verða eins og í forðum!v22Ella hevur tú havnað okkum med alla, er eingin endi á tíni vreiði móti okkum?