|
Ezekiel, kapittul 1 Kallan Ezekiels; dýrd Harrans v1Á tríatiunda ári á fimta degi hins fjórða mánaðar, meðan eg sat millum teir herleiddu við Kebaránna, opnaðist himinin, og eg sá sjónir frá Guði.v2Fimta dagin í mánaðinum – tað var fimta árið eftir, at Jójakin kongur varð herleiddur –v3tá kom orð Harrans til prestin Ezekiel Buzison, við Kebaránna í Kaldealandi, og har kom hond Harrans yvir hann. v4Og eg leit meg um, og sí, harðveður kom norðaneftir og mikið skýggj sveipað í ljóma og glampandi eld, og mitt í hesum var tað eins og geislandi málmur.v5Í miðjum eldinum vóru eins og myndir av fýra verum; og eftir útsjónd teirra vóru tær í mannalíki;v6men hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir.v7Føtur teirra vóru steyrrættir og iljar teirra eins og á kálvi; tær glampaðu eins og skyggin málmur og vóru kvikar við veingjunum.v8Allar fýra høvdu mannahendur undir veingjum sínum á øllum fýra liðum.v9Andlitini á teimum fýra verunum viku ikki til viks, meðan tær gingu; allar gingu beint fram eftir.v10Andlit teirra vóru í hesum líki: Frammantil høvdu tær allar fýra mannaandlit, høgrumegin ljónsandlit, vinstrumegin oksaandlit og aftantil arnarandlit.v11Veingirnir á øllum fýra vóru tandir út uppeftir, soleiðis at tveir og tveir bóru saman, og tveir huldu likamið.v12Allar gingu tær beint fram; tann vegin, sum andin vildi hava tær at fara, gingu tær og viku ikki til viks, meðan tær gingu.v13Millum veranna var at síggja eins og brennandi brandar; tað var eins og kyndlar, ið fóru aftur og fram millum veranna; ljómi skein av eldinum, og út haðan gingu snarljós.v14Verurnar lupu aftur og fram og vóru sum snarljós á at líta. v15Aftur leit eg meg um, og sí: Undir liðini á hvørji av teimum fýra verunum stóð eitt hjól á jørðini.v16Og hjólini vóru á at líta eins og skínandi krýsolit; tey vóru øll fýra samlík og gjørd á tann hátt, at innan í hvørjum hjóli var eitt annað.v17Tey kundu tí ganga í allar fýra ættir uttan at víkja til viks, meðan tey gingu.v18Uppaftur leit eg meg um, og sí, øll fýra hjólini høvdu gjarðir, sum vóru alsettar við eygum alt íkring.v19Og tá ið verurnar gingu, gingu eisini hjólini við lið teirra; og tá ið verurnar høvdu seg upp frá jørðini, fóru hjólini við.v20Hagar, sum andin vildi fara, hagar fóru hjólini við; tey hevjaðust upp samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum.v21Tá ið verurnar gingu, gingu tey við, og tá ið tær steðgaðu, steðgaðu tey við, og tá ið tær høvdu seg upp frá jørðini, hevjaðust hjólini samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum. v22Uppi yvir høvdum veranna var eins og himnahválv, sum glitrandi ísur, úttant fyri oman høvur teirra.v23Undir hválvinum vóru veingir teirra úttandir hvør móti øðrum; umframt hevði hvør teirra tveir veingir, sum huldu likam teirra.v24Og tá ið tær gingu, ljóðaði ymjanin av veingjum teirra fyri mær eins og bralan av miklum vøtnum, eins og rødd hins alvalda; tað glumdi sum úr herbúðum.v25Fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra hoyrdist glymur; men tá ið tær stóðu stillar, lótu tær veingirnar síga.v26Men fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra var nakað eins og saffirsteinur á at líta, sum líktist hásæti; og har uppi á hásætinum var eins og mynd at síggja í mannalíki.v27Og eg sá nakað, sum líktist lýsigulli haðan frá, sum eg helt mjadnirnar vera, og uppeftir; og haðan sum eg helt mjadnirnar vera, og niðureftir sá eg nakað, ið var sum eldur á at líta; og kring um hann var ljómi av eldi.v28Eins og ælabogin, sum á regndegi kemur til sjóndar í skýnum, soleiðis var ljómin kring hann á at líta. Soleiðis var myndin av dýrd Harrans á at líta. Tá ið eg sá hana, fell eg fram á ásjón mína, og eg hoyrdi ein, ið talaði. |