Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ezekiel, kapittul 10
Jerúsalem verður oydd; dýrd Harrans
v1Og eg leit meg um, og sí, fyri oman hválvið uppi yvir høvdum kerúbanna var eins og saffirsteinur, meinlíkur hásæti á at líta, ið sást yvir teimum.v2Tá segði hann við hin línklædda mannin: Far inn ímillum hjólanna undir kerúbunum, tak lúkur tínar fullar av glóðum úr rúminum millum kerúbanna og spjað tær út um borgina! Og eg sá hann fara hagar.v3Men kerúbarnir stóðu sunnanvert við templið, tá ið maðurin gekk inn; og skýggið fylti innara forgarð.v4Tá hevjaðist dýrd Harrans upp av kerúbunum yvir at tempulgáttini; og skýggið fylti templið, og forgarðurin fyltist av ljómandi dýrd Harrans.v5Og veingjaymjan kerúbanna hoyrdist alt út í ytra forgarð eins og rødd Guðs hins alvalda, tá ið hann talar.v6Hann beyð nú hinum línklædda manninum og segði: Tak eld úr rúminum millum hjólanna, millum kerúbanna! Tá fór hann og tók støðu hjá einum hjólinum;v7og hann rætti hond sína inn í eldin, ið brendi millum kerúbanna, og hevði nakað av honum út aftur við sær.v8Undir veingjum kerúbanna sást eitthvørt, ið líktist mannahond.v9Og eg leit meg um, og sí, tætt hjá kerúbunum vóru fýra hjól, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; og tey vóru á at líta eins og ljómandi krýsolit.v10Øll fýra hjólini líktust, og innan í hvørjum hjóli var tað eins og annað hjól.v11Tá ið tey gingu, kundu tey fara í allar fýra ættir; tey viku ikki til viks, tá ið tey gingu, men gingu tann vegin, sum tað fremsta fór, og soleiðis viku tey ikki til viks, tá ið tey gingu.v12Alt likam teirra, ryggur, hendur og veingir og somuleiðis hjólini vóru alsett við eygum; so var við hinum fýra hjólunum.v13Og eg hoyrdi, at hjólini vóru nevnd: Galgal.v14Hvør teirra hevði fýra andlit, eitt var kerúbsandlit, annað mansandlit, triðja ljónsandlit og fjórða arnarandlit.v15Og kerúbarnir hevjaðu seg upp frá. Tað var sama veran, sum eg hevði sæð við Kebaránna.v16Tá ið kerúbarnir gingu, gingu hjólini eisini við lið teirra; og tá ið teir hevjaðu veingirnar til tess at lyfta seg upp frá jørðini, tá viku hjólini ikki til viks frá teimum.v17Tá ið teir steðgaðu, steðgaðu tey við; og tá ið teir hevjaðust upp, hevjaðu tey seg saman við teimum; tí at andi veranna var í teimum.
Harrin býr seg til at fara úr Jerúsalem
v18Dýrd Harrans fór nú burtur av tempulgáttini og tók støðu uppi á kerúbunum.v19Og eg sá, hvussu kerúbarnir høvdu upp veingir sínar og hevjaðust upp frá jørðini, tá ið teir fóru út, og hjólini við teimum. Og teir steðgaðu úti fyri eysturliði tempuls Harrans; og dýrd Guðs Ísraels var uppi yvir teimum.v20Tað var hin sama veran, sum eg hevði sæð undir Ísraels Guði við Kebaránna; og eg skilti, at tað vóru kerúbar.v21Hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir og undir veingjunum eitthvørt, ið líktist mannahondum.v22Og andlitskap teirra var á at líta eins og andlit teirra, sum eg hevði sæð við Kebaránna. Teir gingu allir beint fram.