|
Ezekiel, kapittul 19 Harmljóð yvir síðstu kongar Júda v1Men tú, mansbarn, hevja harmljóð um høvdingar Ísraelsv2og sig: Hvussu var ikki móðir tín kvennljón millum ljóna! Bólaðist við ungljón og aldi upp ljónshvølpar sínar!v3Ein teirra vaks og varð ungljón; hann lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg.v4Tá búðust tjóðirnar móti honum; veiddu hann í grøv og drógu hann við onglum til Egyptalands.v5Tá ið hon nú sá, at hann var burturførdur og vónin brotin, tá tók hon annan ljónshvølp og aldi hann til ljón. v6Hann reikaði um millum ljóna; hann varð ungljón og lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg.v7Hann gjørdi mangar til einkjur og oyddi borgir teirra; landið og alt, sum í tí var, ønskraðist fyri dynjandi ýli hans.v8Og tjóðirnar ráddust á hann úr øllum ættum við veiðiførum, løgdu net sítt fyri hann; í grøv teirra varð hann veiddur.v9Tær drógu hann í búr við onglum, førdu hann til Bábelkongs í varðhald, til tess at rødd hans ikki aftur skuldi verða hoyrd á Ísraels fjøllum. v10Móðir tín var eins og vínviður í víngarði, gróðursettur hjá keldu; hann varð fræsamur og fjølgreinaður av tí nógva vatni.v11Ein av greinum hans varð til veldissprota; hann vaks og hevjaðist upp um leyvið; var eyðsæddur við sínum høga vøkstri og nógvu angum.v12Men tá varð í vreiði vínviðurin skræddur upp og tveittur á jørðina; eystanvindurin turkaði ávøkst hansara burtur, hin sterka greinin varð slitin og følnaði, og eldur oyddi hana.v13Og nú er hann gróðursettur í oyðimørkini í turrum, tystandi landi.v14Eldur breyt út úr grein hans, oyddi vínangar hans og ávøkst; eingin sterk grein er á honum meira, eingin veldissproti. Hetta er harmljóð og varð at harmljóði. |