|
Ezekiel, kapittul 30 Undirgangur Egyptalands v1Orð Harrans kom til mín soljóðandi:v2Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin: Eymkið tykkum: Á, tílíkur dagur!v3Tí at dagurin er í nánd! Dagur Harrans nærkast! Tað verður dagur skýsortans og tími tjóðanna!v4Svørðið kemur yvir Egyptaland, og Bláland tekur at skelva, tá ið vignir níga í Egyptalandi, og eyður tess verður rændur og grundvøllirnir rótaðir upp.v5Blálendingar, Putmenn, Lúditar og allur tjóðblandingurin, Kubitar og synir sáttmála míns skulu saman við teimum falla fyri svørðinum.v6So sigur Harrin: Egyptalands hjálparmenn skulu falla; lúta skal tess hástóra vald; frá Migdol til Sýene skulu teir falla fyri svørðinum, sigur Harrin, drottin.v7Tað skal liggja í oyði millum landa í oyði, og borgir tess liggja avtoftaðar millum borga í toftum;v8og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg leggi eld í Egyptaland, og allir hjálparmenn tess verða morlaðir.v9Á tí degi skulu ørindrekar fara út frá mær í skipum til tess at loypa ræðslu á hitt ekkaleysa Bláland, og tá skulu teir nøtra vegna ógævudag Egyptalands; tí at sí, hann kemur!v10So sigur Harrin, drottin: Eg lati Nebukadnezar, Bábelkong, gera enda á mikillæti Egyptalands.v11Hann og fólk hans við honum, hinar grimmastu tjóðir, skulu verða heimtaðar til tess at oyða landið; teir skulu bregða svørðum sínum móti Egyptalandi og fylla landið við vignum monnum.v12Eg skal turka upp áarstreymarnar og selja landið illmonnum í hendur og lata fremmandar oyða tað og alt, sum í tí er. Eg, Harrin, havi talað. v13So sigur Harrin, drottin: Eg beini fyri hjágudunum og avoyði falsgudarnar úr Nób og høvdingarnar úr Egyptalandi, so at teir ikki eru til meira; og eg loypi ræðslu á Egyptaland.v14Eg oyði Pátros og leggi eld í Zóan og lati revsidóm ganga yvir Nó.v15Eg helli út vreiði mína yvir Sin, varnarvirki Egyptalands, og týni hina hámiklu múgvuna í Nó.v16Eg leggi eld í Egyptaland. Sýene skal nøtra, skarð verða brotið á Nó og borgargarður hennara niðurrivin.v17Hinir ungu menn í Ón og Píbeset skulu falla fyri svørði, og konurnar verða herleiddar.v18Í Takpankes myrknar dagurin, tá ið eg har bróti veldissprota Egyptalands, og hástóra vald tess má lúta; skýsortin skal hylja Takpankes og døtur hennara verða herleiddar.v19Soleiðis lati eg revsidóm koma yvir Egyptaland; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Úrslitið av sigri Nebukadnezars á Egyptalands heri v20Ellivta árið, á sjeynda degi hins fyrsta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi:v21Mansbarn! Eg havi brotið armin á Fárao, Egyptalands kongi, og sí, hann skal ikki verða umbundin og ikki vav verða lagt á hann til at grøða hann, so at hann skuldi styrknað aftur og fingið gripið svørðið.v22Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg ráðist á Fárao, Egyptalands kong, og bróti armar hansara, bæði hin heila og hin ørkymlaða, og lati svørðið gleppa honum úr hondum.v23Eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini.v24Armar Bábelkongs skal eg styrkja og geva honum svørð mítt í hondina, men bróta armarnar á Fárao, so at hann skal liggja fyri fótum hans stynjandi, eins og deyðasærdir geva seg.v25Ja, armar Bábelkongs styrki eg; men armar Fáraos skulu niður signa; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg fái Bábelkongi svørð mítt í hondina, og hann reiggjar tí móti Egyptalandi.v26Ja, eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. |