Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ezekiel, kapittul 35
Spádómur um fall Edóms
v1Orð Harrans kom til mín soljóðandi:v2Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Se'irs fjalli og profetera ímóti tív3og sig við tað: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma yvir teg, Se'irs fjallaland, hevja hond mína móti tær og gera teg til oyðimørk og reyn!v4Borgir tínar tofti eg av, og sjálv skalt tú verða at oyði, so at tú viðurkennir, at eg eri Harrin.v5Av tí at tú goymdi ævigan fíggindskap og seldi Ísraelsmenn undir svørðseggjar á ógævustund teirra, tá ið misgerð teirra var búgvin,v6tí skal eg, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, gera teg til blóð, og blóðsekt skal elta teg; vissuliga hevur tú gjørt teg sekan í blóði, og blóðsekt skal elta teg!
v7Eg geri Se'irs fjallaland til oyðimørk og reyn og týni haðan øll, sum fara og koma.v8Eg fylli tess fjøll við vignum monnum; á heyggjum tínum, í giljum og øllum gjáum tínum skulu svørðvignir falla.v9Til ævigt oyði geri eg teg, og borgir tínar skulu ikki verða afturbygdar; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin.v10Av tí at tú sigur: Báðar tjóðirnar og bæði londini skulu hoyra mær til; eg taki tær til ognar, tó at Harrin var her,v11tessvegna vil eg, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, fara við tær samsvarandi teirri vreiði og tí vandlæti, sum tú í hatri tínum lætst verða teimum fyri; og eg skal gera meg kunnan á tær, tá ið eg dømi teg;v12og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg havi hoyrt øll hesi háðorð, ið tú hevur mælt ímóti Ísraels fjøllum: Tey liggja í oyði, okkum eru tey givin til føðslu!v13Tú hevur verið ógvorðaður ímóti mær og lagt at mær við nógvum orðum; vissuliga havi eg hoyrt tað.
v14So sigur Harrin, drottin: Eins og tú fegnaðist um land mítt, at tað varð lagt í oyði, soleiðis skal eg eisini lata verða tær fyri;v15og eins og tú fegnaðist um, at arvaluturin hjá Ísraels húsi varð til reyn, soleiðis skal eg eisini gera móti tær. Oyði skalt tú verða, Se'irs land, og Edóm alt samalt. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.