|
Ezekiel, kapittul 42 Framhald: Prestaskemmurnar v1Og hann førdi meg at innara forgarði í norðurætt og leiddi meg at skemmubygninginum, ið lá upp at tí avgirda økinum og bakbygninginum norðantil.v2Longdin var hundrað alnir og breiddin fimti.v3Áraka liðini í innara forgarði og áraka hitt steinsetta túnið, sum lá uttast í ytra forgarði, var súlnagongd yvir av súlnagongd í trimum hæddum.v4Fyri framman skemmurnar var tíggju alna breið og hundrað alna long gongd; dyr hennara horvdu í norður.v5Og ovastu skemmurnar vóru styttri, av tí at súlnagongdirnar tóku meira burtur av teimum enn av teimum niðastu og mittastu skemmunum.v6Tí at tær vóru í trimum hæddum og høvdu ongar súlur, sum tær ið vóru í ytra forgarðinum; tessvegna vóru tær ovastu skemmurnar trengri enn tær niðastu og mittastu.v7Og veggurin, ið stóð endilangur fram við skemmunum út at ytra forgarði fyri framman skemmurnar, var fimti alnir langur.v8Tí at skemmurnar, ið lógu úti við ytra forgarð, vóru fimmti alnir; og tær lógu áraka tær við aðalhúsið, tilsamans hundrað alnir.v9Niðanvert við hesar skemmur var inngongd eystanífrá, tá ið gingið var inn í tær úr ytra forgarði,v10har sum veggur forgarðsins byrjaði. Síðan leiddi hann meg suðurum; eisini har vóru skemmur áraka hitt avgirda økið og bakhúsiðv11við gongd frammanfyri; tær líktust skemmunum fyri norðan; tær høvdu somu longd og somu breidd; og allar útgongdir vóru her eins og har; alt var gjørt á sama hátt.v12Men hurðar teirra horvdu í suður.v13Og hann segði við meg: Skemmurnar fyri norðan og skemmurnar fyri sunnan, ið liggja fram við hinum avgirda økinum, eru heilagar skemmur, har prestarnir, ið nærkast mega Harranum, skulu eta tað háheilaga. Har skulu teir goyma hitt háheilaga, grónofrið, syndofrið og sektarofrið; tí at staðurin er heilagur.v14Og tá ið prestarnir ganga hagar inn – teir mega ikki fara beinleiðis úr halgidóminum út í ytra forgarð – skulu teir har fara úr klæðum sínum, sum teir hava gjørt tænastu í, tí at tey eru heiløg; og teir skulu lata seg í onnur klæði, og síðan mega teir nærka seg tí, sum fólksins er. Stødd tempulvallarins v15Men tá ið hann hevði mált templið innan, leiddi hann meg út at liðinum, sum horvdi í eystur, og máldi allar vegir;v16hann máldi eysturliðina við málistongini, og var hon fimm hundrað alnir; síðan snúðist hann viðv17og máldi við málistongini norðurliðina; hon var fimm hundrað alnir;v18síðan snúðist hann við og máldi við málistongini suðurliðina; hon var fimm hundrað alnir.v19Og hann snúðist við og máldi við málistongini vesturliðina; hon var fimm hundrað alnir.v20Hann máldi økið allar fýra vegir; og múrur var allan vegin kring um tað, fimm hundrað alnir langur og fimm hundrað alnir breiður, til tess at gera skilnað millum hitt heilaga og hitt óheilaga. |