Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ezekiel, kapittul 9
Hjágudadýrkanin oydd úr Jerúsalem
v1Síðan hoyrdi eg hann rópa við harðari rødd: Heimsøking borgarinnar nærkast! Hvør maður við sínum morðvápni í hendi!v2Og sí, seks menn komu út úr ovari liði, sum horvir í norðan, og hevði hvør teirra oyðingaramboð í hendi; teirra millum var ein, sum var í líni klæddur og hevði rittól við lið; og teir komu og tóku støðu hjá koparaltarinum.v3Men dýrd Ísraels Guðs hevði flutt seg upp av kerúbunum, har hon hvíldi, og yvir á tempulgáttina. Og hann rópaði á hin línklædda mannin, ið hevði rittólið við lið sína.v4Og Harrin segði við hann: Far mitt ígjøgnum borgina, mitt ígjøgnum Jerúsalem, og set merki á enni teirra manna, sum gremja seg og stynja yvir tær andstygdir, ið har verða framdar!v5Og við hinar hoyrdi eg hann siga: Farið aftan á hann gjøgnum borgina og jarðleggið og eirið ongum og sýnið onga medeymkan!v6Ellismenn og ungmenni, moyggjar, børn og konur skulu tit jarðleggja og avoyða; men nertið ongan, ið hevur merkið á sær! Og tit skulu byrja frá halgidómi mínum! Tá byrjaðu teir við hinum elstu, sum stóðu framman fyri templinum.v7Og hann segði við teir: Gerið templið óreint; fyllið forgarðarnar við vignum monnum og farið síðan avstað! Teir fóru tá út og høgdu niður menninar í borgini.
v8Men meðan teir jarðløgdu, og eg var eina eftir, tá fell eg fram á ásjón mína og rópaði: Á, Harri drottin, ætlar tú eisini at týna alla eftirleivd Ísraels, nú tú letur vreiði tína goysa yvir Jerúsalem?v9Hann svaraði mær: Misgerðir Ísraelsmanna og Júdamanna eru ovurstórar; og landið er fult av blóðsekt og borgin av valdsgerðum; tí at teir siga: Harrin hevur givið landið yvir; Harrin sær einki!v10Tí skal eisini eg hvørki eira ella sýna medeymkan, men lata teir bøta fyri atferð sína!v11Tá kom hin línklæddi maðurin, ið hevði rittólið við lið, aftur og boðaði: Eg havi gjørt, eins og tú beyðst mær!