|
Dánjal, kapittul 1 Trúskapur Dánjals og vina hans móti lógini, meðan teir búgva seg út til at tæna Nebukadnezari v1Á triðja ríkisári Jójakims, Júda kongs, kom Nebukadnezar, Bábel kongur, til Jerúsalem og kringsetti hana.v2Og Harrin gav Jójakim, Júda kong, upp í hendur hans og nøkur av ílátunum í húsi Guðs; hann flutti teir til Sjinear og setti ílátini inn í fæhirðslu guds síns. v3Og kongur beyð Asjpenaz hirðstjóra at velja millum Ísraels menn av kongsætt og av tignarmannaættv4nakrar sveinar, sum vóru lýtaleysir, fríðir í ásjón, væl kønir í øllum vísdómi, vitugir og við góðum næmi, førir fyri at tæna í kongshøllini; teimum skuldi hann kenna bókmentir og tungumál Kaldeav5og ala teir upp í trý ár, til tess at teir síðan skuldu tæna frammi fyri kongi; kongur veitti teimum dagligar vistir av krásum sínum og av tí víni, hann sjálvur drakk.v6Teirra millum vóru hesir Júdamenn: Dánjal, Hánanja, Misjael og Ázarja;v7men hirðstjórin broytti nøvn teirra og nevndi Dánjal Beltsazzar, Hánanja Sjádrak, Misjael Mesjak og Ázarja Ábed-Nego. v8Men Dánjal setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs ella við tí víni, sum hann drakk, og bað hirðstjóran um at sleppa undan at óreinska seg.v9Og Guð læt yndi og tokka verða Dánjali fyri hjá hirðstjóranum.v10Men hirðstjórin segði við Dánjal: «Eg beri ótta fyri, at kongur, harri mín, ið tygur hevur tilskilað mat og drekka, skal síggja tygum ringari í holdum enn aðrar sveinar á tygara aldri, og at tær soleiðis fara at gera meg sekan fyri kongi.»v11Tá segði Dánjal við tilsjónarmannin, ið hirðstjórin hevði sett yvir teir Dánjal, Hánanja, Misjael og Ázarja:v12«Ger kortini eina roynd við tænarum tínum einar tíggju dagar og gev okkum kálmeti at eta og vatn at drekka;v13samber síðan yvirbragd okkara við yvirbragd teirra sveina, sum eta krásir kongs; og ger tá við tænarar tínar, eftir sum tær tá lítst á okkum.»v14Hann eftirlíkaði teimum í hesum og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.v15Men tá ið hesir tíggju dagarnir vóru umlidnir, royndust teir fríðari í ásjón og betur í holdum enn allir teir sveinar, ið ótu krásir kongs.v16Tilsjónarmaðurin læt tá krásir og vín teirra bera burtur og gav teimum kálmeti í staðin. v17Hesum fýra sveinum gav Guð vitsku og skyn á alskyns ritum og vísdómi; Dánjal dugdi eisini at ráða sjónir og dreymar.v18Og tá ið stundin kom, ið kongur hevði ásett, at teir skuldu verða leiddir fyri hann, tá leiddi hirðstjórin teir inn fyri Nebukadnezar.v19Og tá ið kongur hevði talað við teir, fanst millum alra teirra eingin, ið var javnlíki Dánjals, Hánanja, Misjaels og Ázarja; hesir gingu tí í tænastu hjá kongi.v20Og í øllum lutum, sum kongur spurdi teir um, og sum tørvaðu vitsku og fróðskap, har royndust teir tíggju sinni vísari enn allir spásagnarmenn og manarar í øllum ríki hans.v21Dánjal varð verandi har fram at fyrsta ríkisári Kýrusar kongs. |