Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Dánjal, kapittul 12
Framhald: trongd, uppreisn, frelsa
v1Men tá man Mikael koma, hin mikli verndareingil, ið varðir um synir fólks tíns; tá verða tíðir so trongar, at eingin veit um tílíkt, alt meðan menn hava verið á fold. Men á teirri stund skal fólk títt bjargast, allir sum skráddir finnast í bókini.v2Og mangir teirra, sum undir moldum sova, skulu vakna upp, summir til at liva ævinliga, og summir til skemdar og ævigar andstygdar.v3Og hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins, og teir, ið beindu mongum á rættvísi, eins og stjørnurnar um aldur og allar ævir.
v4Men tú, Dánjal, hav hesi orð í loyndum og innsigla bókina, hagar til tað líður at endanum. Mangir munnu rannsaka hana; og fróðskapurin verður mikil.»
v5Og eg, Dánjal, sá, og sí, tveir aðrir stóðu hvør á sínum áarbakkanum;v6annar teirra segði við mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir vatninum í ánni: «Hvussu langt er enn til endans á hesum undursomu lutum?»v7Síðan hoyrdi eg mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir flóðarvøtnunum; hann hevði upp báðar hendur sínar móti himni og svór um hann, ið livir ævinliga: «Eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð; tá ið vald hans, ið sorar hina heilagu tjóð, er at enda, tá man alt hetta koma fram.»v8Eg hoyrdi hetta, men skilti tað ikki og spurdi tí: «Harri, hvussu verður endin á hesum?»v9Hann svaraði: «Far burtur, Dánjal, tí orðini skulu vera goymd og innsiglað, hagar til endalyktin kemur.v10Men mangir verða skírdir, reinsaðir og royndir; gudleysir fara fram í gudloysi; og eingin gudleysur skilir tað; men hinir vitru skulu skilja tað.v11Og eitt túsund, tvey hundrað og níti dagar munnu líða, frá tí at hitt dagliga ofrið er avtikið, og til andstygd oyðingarinnar er reist.v12Sælur er hann, sum tolin bíðar og nær eitt túsund, trý hundrað, tríati og fimm døgum.v13Men halt tú fram móti endanum; tú skalt leggja teg at sova og fara upp og fáa tín lut, tá ið dagarnir eru uppi!»