|
Dánjal, kapittul 9 Tær sjeyti árvikur; bøn Dánjals v1Á fyrsta ríkisári Dáriusar Áhasverussonar, sum var mediskur av ætt og vorðin kongur yvir ríki Kaldea,v2á fyrsta ári ríkisstjórnar hans fór eg, Dánjal, at kanna í ritingunum tað áramál, sum Jerúsalem eftir orði Harrans til Jeremia profet skuldi liggja avtoftað, sjeyti ár.v3Tá snúði eg andliti mínum til Harrans Guðs og bønaði og bað hann um náði við føstu og í sekki og øsku. v4Og eg bað til Harrans, Guðs míns, og mælti játtandi: «Á, Harri, tú veldigi, øgiligi Guð, sum varðveitir sáttmálan og miskunnsemina við teir, ið elska teg og halda boðorð tíni!v5Vit hava syndað og gjørt illa, vit hava slitið trúnað, verið mótræsnir og vikið frá boðorðum og lógum tínum,v6vit vóru ikki lýdnir profetunum, tænarum tínum, sum talaðu í tínum navni til kongar várar, til høvdingar og fedrar várar og til alt fólkið í landinum.v7Tú, Harri, hevur fingið rætt, og vit noyðast at skamma okkum, sum nú er vorðið – vit Júdamenn og Jerúsalembúgvar, ja, allur Ísrael, bæði teir, ið nær eru, og teir, ið fjarstaddir eru, í øllum teimum londum, hagar ið tú hevur rikið teir, fyri at teir slitu trúnað við teg.v8Ja, Harri, vit noyðast at skamma okkum saman við kongum, høvdingum og fedrum várum, tí at vit hava syndað móti tær.v9Men hjá tær, Harri, er miskunnsemi og fyrigeving, tí at vit hava verið mótræsnirv10og ólýdnir rødd Harrans, Guðs várs, og ikki farið eftir boðorðum teimum, ið hann við tænarum sínum, profetunum, legði fyri okkum.v11Ja, allur Ísrael hevur brotið lóg tína og hevur vikið frá og ikki lýtt rødd tíni, so at hin eiðfesta bølbiðjan, sum ritað er í lóg Mósesar, tænara Guðs, er úthelt yvir okkum, av tí at vit syndaðu móti honum;v12og hann hevur evnað tey orð síni, sum hann talaði móti okkum og dómarum okkara, sum hava yvir okkum at siga, um at lata mikla ógævu koma yvir okkum, so at ongar staðir á jarðarríki hevur nøkur tílík ógæva verið fyri sum henda í Jerúsalem.v13Sambært tí, sum ritað er í lóg Mósesar, er øll henda ógæva komin oman yvir okkum; og vit hava ikki roynt at blíðka Harran, Guð váran, við at víkja frá misgerðum várum og leggja okkum sannleika tín í geyma.v14Tí vakti Harrin yvir ógævuni og leiddi hana yvir okkum; tí at Harrin, Guð vár, er rættlátur móti øllum skapningum sínum; men vit vóru rødd hans ólýdnir. v15Og nú, Harri, Guð vár, tú, sum leiddi fólk títt út úr Egyptalandi við sterkari hond og vanst tær miklan heiður, ið er tann sami enn í dag: Vit hava syndað, vit hava slitið trúnað!v16Men lat tú, Harri, sambært rættlætisgerðum tínum, vreiði tína og ilsku víkja frá Jerúsalem, borg tíni, tínum heilaga fjalli; tí at fyri syndir várar og misgerðir fedra vára er Jerúsalem og fólk títt vorðið at spotti hjá øllum, ið kring okkum búgva.v17Og tú, Guð vár, hoyr nú bøn tænara tíns og bønligu ákallan hans og lat andlit títt lýsa yvir tínum oydda halgidómi fyri tínar egnu sakir, o Harri!v18Ja, legg tú, Guð mín, oyra títt við og hoyr og lat upp eygu tíni og síggj, hvussu vit og borgin, sum navn títt er nevnt yvir, liggja í oyði, tí at ikki í troysti á egið rættlæti koma vit fram fyri ásjón tína at bøna um náði, men í troysti á tína miklu miskunn.v19Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, gev í geyma, tak tær um reiggj og drála ikki fyri tínar egnu sakir, Guð mín; tí at navn títt er nevnt yvir borg tíni og yvir fólki tínum!» v20Meðan eg enn talaði og bað og játtaði syndir mínar og syndir fólks míns Ísraels og frambar fyri ásjón Harrans, Guðs míns, mínar bønligu bønir fyri hinum heilaga fjalli Guðs míns,v21ja, meðan eg enn bað, tá kom um tað bil, tá ið kvøldargrónofrið verður framborið, maðurin Gábriel, sum eg áður hevði sæð í sjónini, við ferð fljúgvandi tætt til mín;v22og tá ið hann var komin, mælti hann við meg og segði: «Dánjal, nú eri eg higar komin til tess at kenna tær skynsemi.v23Fyrsta tú fórt at biðja, fór eitt orð út; og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí at tú ert væl toknaður. Tak nú eftir orðinum og gev sjónini gjølla gætur! v24Sjeyti vikur eru tilskilaðar fólki tínum og tíni heilagu borg, til trúloysið er á tremur og syndin fullkomin, til sátt er gjørd fyri misgerðina, ævigt rættlæti fingið til vega, innsigli sett á sjón og profet og eitt háheilagt salvað.v25Og tú skalt vita og skyna á, at frá tí at orðið um endurreisn Jerúsalems fór út, til ein salvaður høvdingi kemur, skulu sjey vikur líða; og eftir seksti og tveimum vikum skal borgin standa endurreist við torgum og gøtum hóast trongar eru tíðir.v26Eftir teimum seksti og tveimum vikunum skal ein salvaður verða oyddur uttan at hava gjørt nakað til sakar; og saman við høvdinganum skulu borgin og halgidómurin farast; við vatnflóð kemur síðsta nosið; alt til enda skal bardagi ganga á, oyðing, sum er fast avrádd.v27Í eina viku skal hann elva mongum til at slíta sáttmálan; og í síðsta helmingi vikunnar skal sláturoffur og grónoffur verða avtikið og andstygd oyðingarinnar verða sett á hin heilaga staðin, til hin avrádda oyðing kemur oman yvir oyðaran.» |