Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hósea, kapittul 1
Hósea elur børn við skøkju, ið eru tekin um ótrúskap fólksins
v1Orð Harrans, ið kom til Hósea Beerissonar á teimum døgum, tá ið Uzzia, Jótam, Ákaz og Hiskia vóru kongar í Júda, og tá ið Jeróboam Jóasson var kongur í Ísrael.v2Av fyrsta sinni, tá ið Harrin talaði til Hósea, segði hann við hann: «Far og tak tær skøkju til konu og fá tær skøkjubørn, tí at landið drívur hor í trúloysi móti Harranum.»v3Hann fór tá og tók sær til konu Gomer Diblaimsdóttur; og hon varð við barn og føddi honum son.v4Og Harrin segði við hann: «Nevn hann Jizreel at navni, tí at áður enn langt um líður, hevni eg blóðsekt Jizreels á ætt Jehu og skilji Ísraels hús við kongsdømið.v5Á tí degi bróti eg sundur á Jizreels vøllum Ísraels boga.»v6Aftur varð hon við barn og føddi dóttur. Tá segði Harrin við hann: «Nevn hana «Náðileysa» at navni, tí at ikki meira vil eg eyðsýna Ísraels húsi náði, so at eg fyrigevi teimum.v7Men Júda húsi verði eg náðigur og hjálpi teimum av ávum Harrans, Guðs teirra; men ikki hjálpi eg teimum við boga og svørði, við bardøgum, rossum og reiðmonnum.»v8Og tá ið hon hevði vant «Náðileysu» av brósti, varð hon uppaftur við barn og átti son.v9Tá segði Harrin: «Lat hann eita «Ikki-mítt-fólk», tí at tit eru ikki fólk mítt, og eg eri ikki Guð tykkara.»
v10Men síðan skal talið á Ísraels monnum verða sum sandurin við sævarflóð, ið ikki verður máldur og ikki taldur. Og har sum áður varð sagt við teg: «Tit eru ikki fólk mítt,» har skal tað ljóða: «Tit eru synir hins livandi Guðs.»v11Og Júdamenn og Ísraelsmenn munnu binda felag og velja sær ein og sama høvdinga; og teir skulu fjølgast út um landið, tí at mikil verður Jizreels dagur.(2,1)Tá kunnu tit nevna bróður tykkara «Fólk mítt», og systur tykkara «Náðiríka».