Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hósea, kapittul 11
Efraim skal verða oyddur, fyri at teir hava lønt góðsku Harrans við trúloysi
v1Tá ið Ísrael var ungur, fekk eg tokka til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son mín.v2Men tó at eg kallaði á tey, fóru tey alt longur frá mær, tey bóru Báalunum sláturoffur og kyndu sínum skurðgudamyndum offureld;v3tó var tað eg, sum kendi Efraimi at ganga og bar hann á ørmum mínum; men tey vistu ikki, at tað var eg, sum grøddi tey.v4Eg dró tey við mannabondum, við kærleika reipum, varð teimum eins og barnafostri, bar tey og veitti teimum føðslu.v5Men nú skal Efraim aftur til Egyptalands, Assur skal vera kongur hans, tí at ikki vilja tey snúgva við.v6Svørðið skal leika í borgum hans og bróta lokur og oyða hervirki hans;v7tí at fólk mítt stundar alstøðugt á at víkja frá mær; og verður tað rópað á tað: «Upp, upp!» rísur tó eingin upp.
Miskunn Harrans
v8Hvussu kann eg geva teg yvir, Efraim? Lata teg farast, Ísrael? Hvussu kann eg fara við tær sum við Admu, gera teg sum Zeboim? Hjartað bilgist mær í brósti, vakt er øll mín várkunn!v9Eg kann ikki lata bræði mína brenna og aftur oyða teg, Efraim; tí at Guð og ikki maður eg eri, heilagur í miðjum tær; ikki komi eg aftur til tín í vreiði.v10Harranum skulu tey fylgja; hann ýlir sum ljónið, ja, hann ýlir, og skelvandi koma synir úr vestri,v11koma skelvandi úr Egyptalandi eins og fuglar, eins og dúgvur úr Assurslandi; eg leiði tey heim aftur til húsa teirra, sigur Harrin.