|
Hósea, kapittul 13 Oyðandi vreiði Guðs um ranga gudsdýrkan v1Tá ið Efraim talaði, gekk ræðsla á menn; tá var hann høvdingi í Ísrael; men av Báals ávum gjørdi hann seg sekan og doyði.v2og nú halda teir áfram at synda og gera av silvuri sínum stoyptar myndir í guda líki, alt samalt verk av listasmiðum. Teir bjóða at ofra til teirra, og at menn skulu kálvar kyssa.v3Tí skulu teir vera sum skýggj á morgni, eins og døggin, ið snimma hvørvur, sum sáður, ið fúka av treskivølli, og sum roykur upp gjøgnum ljóara.v4Og eg eri Harrin, Guð tín alt síðan í Egyptalandi; annan Guð enn meg kennir tú ikki; og eingin frelsari er til uttan eg.v5Eg goymdi at teimum í oyðimørkini, í brennandi heita landinum,v6tey gingu á beiti og ótu seg mett; men av mettu teirra gjørdist hjarta hástórt; tessvegna gloymdu tey meg.v7Tí varð eg teimum eins og ljónið, eins og pantarin á loynum við vegin;v8eins og bjørnin, ið mist hevur ungarnar, ráðist eg á tey og skræði bringu teirra sundur; har skulu tey verða etin av hundum, og villdjórini skulu slíta tey sundur. Kongsdømið skal einki hjálpa v9Hvar skalt tú, Ísrael, fáa hjálp, tá ið tín undirgangur kemur?v10Hvar er nú kongurin, ið skuldi hjálpa tær, og teir høvdingar, ið skuldu veita tær rætt? Um teir tú eina ferð segði: «Gevið mær kong og høvdingar!»v11Nú eg gevi tær kong í vreiði míni og taki hann aftur í bræði míni. Eingi ráð fyri frelsu v12Misgerð Efraims er samanballað, væl goymd er synd hansara;v13føðingarverkirnir komu á hann, men hann var óvitur sonur; tó at føðingarstundin var komin, varð hann verandi í burðarliminum.v14Eigi eg tá at loysa tey úr Hel og bjarga teimum frá deyða? Nei, deyði, hvar eru drepsóttir tínar? Hel, hvar eru sjúkur tínar? Várkunn er fjald fyri eygum mínum, tí at hann er óhyggið barn. Sámária v15Eystanvindurin, stormur Harrans, ið rísur úr oyðimørkini, skal koma, so at lindirnar torna upp, og vatnið í keldunum trýtur; allar dýrgripir úr goymslum hansara skal hann ræna.(14,1)Sámária skal gjalda tess, at hon reis upp ímóti Guði sínum; fyri svørði skulu teir falla; børn teirra skulu verða smildrað, og kviðir teirra burðarbúnu uppsprettir. |